Nimr al-Nimr

Nimr Baqir al-Nimr (Arabiskt: نمر باقر النمر Nimr Bāqr an-Nimr;[1] 1959 – 2. januar 2016; eisini romaniserað: Bakir al-Nimr,[2] al-Nemr,[3] al-Namr,[4] al-Nimer, al-Nemer, al-Namer), vanliga nevndur Sjeik Nimr, var ein Shia Sjeikur í al-Awamiyah í Eystara Landsluti í Saudiarabia hvørs handtøka og seinni avrætting skapti diplomatiskar spenningar millum Shia og Sunni stjórnir.[5] Hann var væl umtóktur millum tey ungu[1][6] og kritiskur móti stjórnini í Saudiarabia,[1] og ynskti frí politisk val í landinum.[7] Hann varð handtikin av savdiskum myndugleikum í 2006, um tað tíðina tá hann segði, at hann varð blivin sligin av Mabahith (loyniløgreglan í Saudiarabia).[1] Í 2009 fanst hann at savdiskum myndugleikum og skjeyt upp, at um rættindini hjá Saudi-Shia fólkum ikki vórðu vird, so skuldi Eystari Landslutur taka loysing.[8][5][9] Savdiskir myndugleikar svaraðu aftur við at handtaka al-Nimr og 35 onnur.[8][4]

Nimr al-Nimr
  • نمر باقر النمر
ella
  • نمر باقر آل نمر
TrúgvIslam[1]
TrúarbólkurTólvta Shia
SkúliIran Qom Seminary, Sýria
Persónligt
TjóðskapurSavdiarabi
Føddur1959
Al-Awamiyah, Eastern Province, Saudiarabia
Doyði2. januar 2016 (aldur: 56 ella 57)
Saudiarabia
Senior embæti
TittulSjeikur
Ártúnaðarlig lívsleið
Heimasíðawww.sknemer.com

Hin 8. juli 2012 skjeyt savdiska løgreglan al-Nimr í beinið og handtók hann í tí, sum løgreglan kallaði ein "útvekslan av skotríðum."[10][11] Savdiska løgreglan skjeyt inn í eina mongd av fólkum, ið mótmæltu handtøkuna av al-Nimr og drupu tveir menn, Akbar al-Shakhouri og Mohamed al-Felfel.[11][12] Al-Nimr byrjaði eitt hungursverkfall og sagt varð, at hann varð píndur.[12][13] Asharq Center for Human Rights stúrdu fyri heilsuni hjá al-Nimr undir hansara hungursverkfalli hin 21. august, og bóðu um altjóða stuðul til tess at loyva atgongd til familju, advokatar og mannarættindastuðulsfólk.[14]

Hin 15. oktober 2014 varð al-Nimr dømdur til deyða av Ser Revsirættinum í Saudiarabia orsakað av at hann skuldi hava eggja til frammanda uppíblanding í Saudiarabia, fyri "ikki at akta teimum ráðandi og fyri at fara í hernað móti trygdarløgregluni".[15] Bróðir hansara, Mohammad al-Nimr, varð handtikin sama dag fyri at senda boð á Twitter um deyðadómin.[15][16] Al-Nimr varð avrættaður hin 2. januar 2016 ella beint áðrenn 2. januar, saman við 46 øðrum.[17] Avrættanin av honum elvdi til at Iran og Shiitar í øllum Miðeystri umframt vesturlendingar fordømdu gerðina. Savdiska stjórnin segði, at líkið ikki fór at verða útflýggjaður til familjuna.[18]

Keldur

🔥 Top keywords: