Peloponnes

Peloponnes (Grikskt mál: Πελοπόννησος / Peloponnisos) er ein hálvoyggj í Grikkalandi, sum er syðri helmingur av fastlandinum. Hálvoyggin er 21.549 km² til støddar, har búgva umleið 1.000.000 fólk. Peloponnes er bundin saman við norðara part av meginlandinum í Grikkalandi við einum 6,3 km breiðum tanga. Í 1893 bleiv ein kanal gjørd gjøgnum henda Korinttangan, veitin verður nevnd Kortinth Veitin (Korinth Kanalin). Hálvoyggin eitur eftir einari hetju, Pelops, sum er nevndu í einari søgn. Rómverjar nevndu hálvoynna Akhaia, tað navnið livir víðari við tað at tann norðast landsluturin eitur Akhaia. Í Miðøld varð hálvoyggin nevnd Morea, hildið verður at navnið sipar til at hálvoyggin á kortinum líkist einum morberjablaði.

Kort yvir Peloponnes
Fylgisveinamynd av Pelopennes. Nøvn eru sett á landspartar.
Leivdirnar av einum teatri í tí forna Sparta.
Leyvuportrið í Mykene.
Korinth Veitin, sum skilir Pelopones frá tí norðara meginlandinum.

Regionalar eindir

  • Arkadia - 100.611 íbúgvar
  • Argolis - 108.636 íbúgvar
  • Korinthia - 144.527 íbúgvar (tó ikki Agioi Theodoroi og tað mesta av Loutraki-Perachora, sum fyri størstan part liggja eystganfyri Korinth Veitina)
  • Laconia - 100.871 íbúgvar
  • Messenia - 180.264 íbúgvar
  • Akhaia - 331.316 íbúgvar
  • Elis - 198.763 íbúgvar
  • Oyggjar (bert kommunan Troizinia og partar av oynni Poros)

Býir

Teir størstu nútíðar býir á Pelponnes eru hesir (tal av fólkum er frá 2011):

  • Patras - 214.580 íbúgvar
  • Kalamata - 70.130 íbúgvar
  • Korinth - 58.280 íbúgvar
  • Tripoli - 46.910 íbúgvar
  • Argos - 42.090 íbúgvar
  • Pyrgos - 48.370 íbúgvar
  • Aigion - 49.740 íbúgvar
  • Sparta - 35.600 íbúgvar
  • Nafplion - 33.260 íbúgvar

Støð frá fornøld

Peloponnes hevur nógv týdningarmikil fornaldar støð, sum kunnu dagfestast heilt aftur til Bronsuøldina og fram til Miðøld. Nøkur av teimum týdningarmestu eru:

  • Bassae (fornur býur og templið hjá Epikourios Apollo)
  • Korinth (fornur býur)
  • Epidavrus (fornur miðdepil fyri trúgv og lekidóm)
  • Messene (fornur býur)
  • Mistra (Byzantinskur býur við býarmúri frá miðøld tætt við Sparta)
  • Monemvasia (miðaldar borg og býur)
  • Mykene (fortress-town of the eponymous civilization)
  • Olympia (staðið har teir fornu Olympisku Leikirnir byrjaðu.)
  • Sparta
  • Pylos (slottið hjá Nestor)
  • Tegea (fornaldar halgidómur, miðdepil)
  • Tiryns (forn búðseting)


Keldur

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: