1990 - Týskland verður sameinað og eitt land, í staðin fyri Vestur- og Eysturtýskland. Landið velur at nýta flagg fyrrverandi Vesturtýsklands (myndin) sum flagg sítt.
1492 - Undir fyrstu ferð síni leggur Kristoffur Kolumbus at landi fyri fyrstu ferð í nýggja heiminum. Hann stígur fótin á land í karibisku oynni Guanahani (myndin), sum hann kallar San Salvador. Oyggin er partur av Bahamaoyggjum.
2015 - Svimjihøllin Páls Høll ið hevur Føroya fyrsta langhyl á 50 metrar, verður alment tikin í nýtslu og letur upp alment. Hátíðarhald við luttøku av svimjaranum úr Vági, Pál Joensen, ið høllin eitur eftir, landsstýrisfólkunum í Vági, Sirið Stenberg og Henrik Old, umboðum fyri sjálvognargrunnin Páls Høl: Dennis Holm, John Henrik Holm og Jón Bjarnason og øðrum.
1616 - Niðurlendski rannsóknarfarin Dirk Hartog finnur nakrar óbygdar oyggjar á avstralsku vesturstrondini . Hann er onnur evropeari, sum stígur fótin á land í Avstralia. Vestasta oyggin eitur enn í dag Dirk Hartog Island.