18. apríl

dagfesting
<<Apríl 2024>>
MiFrLeSu
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
2930
MMXXIV

18. apríl er dagur 108 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 109 um skotár er). 257 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar

  • 1506 - Grundarsteinurin lagdur til Pæturskirkjuna í Vatikaninum í Rom.
  • 1521 - Martin Luther vil ikki møta í Ríksdegnum í Worms at afturkalla ákærurnar ímóti kirkjuni.
  • 1864 - Preusiskar og eysturríkskar herdeildir leggja á skansarnar við Dybbøl. Eftir at umleið 1700 mans eru falnir og særdir má danski herurin geva seg yvir, og alt Jylland verður hersett.
  • 1906 - Ein jarðskjálvti, sum førir til nógvar eldsbrunar, leggur størsta partin av San Francisco í Kalifornia í oyði. Fleiri enn 1.000 fólk doyggja, og 28.000 hús leggjast í oyði.
  • 1940 - Yrkjarapresturin Kaj Munk mælir í prædiku í Sønderborg til mótstøðu ímóti týska hersetingarvaldinum í Danmark.
  • 1998 - Anders Fogh Rasmussen verður valdur til floksformman í Venstre.
  • 2014 - Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali.


Føðingar

  • 1918 - Gabriel Axel, danskur leikstjori (d. 2014)
  • 1925 - Bob Hastings, amerikanskur sjonleikari (d. 2014)
  • 1927 - Tadeusz Mazowiecki, polskur politikari (d. 2013)
  • 1941 - Michael D. Higgins, irskur forseti.
  • 1947 - James Woods, amerikanskur sjonleikari.
  • 1953 - Rick Moranis, kanadiskur sjonleikari.
  • 1956 - Eric Roberts, amerikanskur sjonleikari.
  • 1971 - David Tennant, skotskur sjonleikari.
  • 1976 - Melissa Joan Hart, amerikonsk sjonleikarinna.
  • 1995 - Divock Origi, belgiskur fotboltsleikari.

Andlát

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: