Han-ríkið

Han-ríkið (Kinesiskt: 漢朝; pinyin: Hàn cháo) var tað annað keisararíki í Kina, avloysti Qin-ríkið (221–207 á.Kr.) og síðani kom tíðarskeiði Trý Kongsríki (220–280 E.Kr.). Han-tíðin fevnir um fýra øldir og verður mett at vera eitt gylt tíðarskeið í søgu Kina.[4] Til í dag rópar stórsti fólkabólkurin í Kina seg fyri Han-fólkið, hesin etniski bólkurin er tann allarstørsti í Kina. Tey nevna eisini kinesiskir bókstavir fyri Han-bókstavir.[5]Han-ríkið varð stovnað av uppreistrarleiðaranum Liu Bang, ið eftir deyða sín er kendur sum Keisari Gaozu av Han, og varð avbrotið av Xin-ríkinum (9–23 AD) av fyrrverandi regentinum Wang Mang. Hetta stjórnarloysið býtir Han-ríkið sundur í tvey tíðarskeið: Vestara Han ella Fyrrverandi Han (206 á.Kr. – 9 e.Kr.) og Eystara Han ella Seinna Han (25–220 e.Kr.).

Han-ríkið
漢朝
Ríki

206 á.Kr.–220 e.Kr.
 

Location of Han
Kort yvir Vestur-Han-ríkið í 2 á.Kr.: 1) økið víst í myrkabláum umboðar fúrstadømini og mið-stýrdu kommandørdømini í Han-ríkinum; 2) tey ljósabláu økini vísa útbreiðsluna av Tarim Basin protektoratið hjá Xiyu.[1]
HøvuðsstaðurChang'an
(206 á.Kr. – 9 e.Kr., 190–195 e.Kr.)

Luoyang
(25–190 e.Kr., 196 e.Kr.)

Xuchang
(196–220 e.Kr.)
MálFornkinesiskt
TrúgvTaoisma, Konfusianisma, kinesiskt fólkatrúgv
StjórnKongsveldi
Keisari
 - 202–195 Á.Kr.Gaozu
 - 25–57 E.Kr.Guangwu
Kanslari
 - 206–193 á.Kr.Xiao He
 - 193–190 á.Kr.Cao Can
 - 189–192 e.Kr.Dong Zhuo
 - 208–220 e.Kr.Cao Cao
 - 220 e.Kr.Cao Pi
Søga
 - Stovnan206 á.Kr.
 - Slagið um Gaixia; Han-stýri í Kina byrjar202 BC
 - Kvett móti Han stýrinum9–23
 - Avsøgn til Cao Wei220 e.Kr.
Vídd
 - 50 á.Kr. uml.[2]6.000.000 km² (2.316.613 sq mi)
Fólkatal
 - 2 e.Kr.[3] est.57,671,400 
GjaldoyraBan liang myntir og wu zhu myntir
Í dag partur av Norðurkorea
 Suðurkorea
 Kina
 Vjetnam
 Mongolia
Han-ríkið
Siðbundið kinesiskt 漢朝
Einfalt kinesiskt 汉朝

Keisarin var ovast í Han samfelagnum. Hann stjórnaði stjórnini, men deildi valdið við aðalin teir útnevndu ráðharrarnar, ið fyri tað mesta komu frá teimum lærdu úr lágaðalstættini. Han-ríkið var býtt sundur í øki, ið vóru beinleiðis stýrd av mið-stjórnini. Tey nýttu harvið eina nýhugsan, ið varð arvað frá Qin og kend sum Kommandarí, og eitt ávíst tal av lutvíst sjálvstýrandi kongsríki. Hesi kongsríki mistu við tíðini alt sjálvræði, serliga eftir Uppreisturin av teimum Sjey Statunum. Frá stýrinum hjá keisara Wu og frameftir, stuðlaði kinesiski rætturin alment Konfusionismuni innan útbúgving og í rættarpolitikki, sameint við kosmologi hjá teimum seinnu vísindafólkunum sum t.d. Dong Zhongshu. Hesin politikkur vardi við líka til Qing-ríkið fall í 1911 e.Kr.

Han-ríkið var ein øld við fíggjarligari framgongd, og har var ein týðandi vøkstur í peningabúskapinum, ið byrjaði undir Zhou ríkinum (uml. 1050–256 á.Kr.). Myntirnar, ið vóru útgivnar av miðfyrisitingini í 119 á.Kr., vóru verandi standard myntir í Kina fram til Tang ríkið (618–907 e.Kr.). Fyri at fíggja herferðir og byggingina av nýliga vunnum økjum, ognartók stjórnin tann privata salt og jarn ídanaðin í 117 á.Kr., men hesar ognartøkur vóru avtiknar undir Eystara Han tíðarskeiðnum.

Keisarar í Han-ríkinum

Qin Shi Huangdi, fyrsti keisari av Qin, var tann fyrsti kinesiski regenturin ið tók tittulin huangdi ella "keisari". Tann at byrja við so framburðarríki av teimum ið bardust um valdið eftir at Qin fall, Xiang Yu, hevði sjálvur tikið sær tittulin bawang, "yvirkongur", men Liu Bang og allir stjórnarleiðarar eftir hann, brúktu tittulin keisari.

Gaozu
Zhaodi
Guangwu

Listin niðanfyri vísir stjórnarárini og teir keisrar ið stýrdu, við heiðursnøvnum ið teir eru kendir við eftir deyða teirra.


NavnTeknStjórnarár
Gāozŭ (Liu Bang)高祖206195 f.Kr.
Hùidì惠帝195188 f.Kr.
Lü Taihou呂太后188180 f.Kr.
Liú Gōng劉恭188184 f.Kr.
Liú Hóng劉弘184180 f.Kr.
Wéndì文帝180157 f.Kr.
Jĭngdì景帝157141 f.Kr.
Wŭdì武帝14187 f.Kr.
Zhāodì昭帝8774 f.Kr.
Chāngyí Wáng Hè昌邑王賀74 f.Kr.
Xūandì宣帝7449 f.Kr.
Yúandì元帝4933 f.Kr.
Chéngdì成帝337 f.Kr.
Āidì哀帝71 f.Kr.
Píngdì平帝1 f.Kr.6 e.Kr.
Rúziyīng孺子嬰69
interregnum923
Gèngshĭdì更始帝2325
Gūangwŭdì光武帝2557
Míngdì明帝5775
Zhāngdì章帝7588
Hédì和帝88106
Shāngdì殤帝106
Āndì安帝106125
Bĕixīang Hóu北鄉侯125
Shùndì順帝125144
Chōngdì冲帝144145
Zhídì質帝145146
Húandì桓帝146168
Língdì靈帝168189
Hóngnóng Wáng弘農王189
Xìandì獻帝189220

Keldur

🔥 Top keywords: