Indo-evropeisk mál

Indo-evropeiskt
Indo-evropeisk mál
Albanskt | Anatolisk
Armensk | Balto-slavisk | Keltisk
Germansk | Grikskt | Indo-iransk
Italsk | Tokarsk
Frum-indo-evropeiskt
Mál | Samfelag | Trúgv
Kurgiskt | Jamna | Stríðsøksamentan
Indo-evropeisk gransking


Indo-europeisku málini fata um áleið 443 (SIL-meting) mál og málføri talað av umleið trimum milliardum fólkum, herundir flestu stóru málini í Evropa og vestara Ásia, sum hoyra til eina einkulta yvirfamilju. Nútíðarmál í hesi yvirfamiljuni fata um bengali, enskt, franskt, týskt, hindi, persiskt, portugisiskt, russiskt og spanskt (hvørt móðurmál hjá meiri enn einari milliónum fólkum), eins væl og mong onnur tjóðar- og minnilutamál.

Indo-evropeisk mál

Flokking

Ymsu undirflokkarnir í indo-evropeisku málfamiljuni fata um (í søguligari raðfylgju eftir fyrstu staðfesting):

  • Anatolsk mál — fyrsta staðfesta grein, úr 18. øld f.Kr.; útdeytt. Viðgitnasta málið var tað hjá hittitum.
  • Indo-iransk mál, komin av einum felags uppruna, Proto-indo-iranskt
    • Indo-ariskt, umfatar Sanskrit, staðfest í 2. túsundári f.Kr.
    • Iransk mál, staðfest umleið 1000 f.Kr., umfatar avestiskt og persiskt.
  • grikskt mál — uppskriftir í brotum frá mykenum í 14. øld f.Kr.; Homeros verður dagfestur til 8. øld f.Kr..
  • Italsk mál — umfata latín og eftirkomarar tess, romansku málini, staðfest í 1. túsundári f.Kr..
  • Keltisk mál — Galliskar ristingar eru dagfestar so tíðliga sum 6. øld f.Kr.; fornírskir tekstir eru úr 6. øld.
  • Germansk mál — rúnaristir úr umleið 2. øld eru fyrstu vitnisburðir, fyrstu samanhangandi tekstir á gotiskum máli, 4. øld.
  • Armenskt mál — staðfest í 5. øld.
  • Tokarsk mál — útdeyð mál hjá tokarum, varðveitt í tveimum málførum, staðfest í umleið 6. øld.
  • Balto-slavisk mál, hildin av mongum, ið trúgva indo-evropeisku ástøðini, at koma frá einum felags frummáli seinri enn frum-indo-evropeiskt, meðan onnur eru ivingarsom og halda, at baltisk og slavisk mál ikki eru nærri skyld enn aðrar greinir av indo-evropeiskum málum.
    • Slavisk mál — staðfest í 9. øld, fyrstu tekstir á fornum kirkjuslavonskum.
    • Baltisk mál — staðfest í 14. øld, og, fyri mál staðfest so seint, hava tey varðveitt óvanliga nógv forn eyðkenni mett at hoyra til frum-indo-evropeiskt.
  • Albanskt mál — staðfest í 16. øld; skyldskapur við illyrskt, dakskt ella trakskt er skotin upp.

Afturat hesum tíggju klassisku greinumum, ið standa omanfyri, eru fleiri útdeyð mál, ið lítil vitan er um:

  • Illyrsk mál — helst skylt við messapskt; skyldskapur við albanskt er eisini skotin upp.
  • Venesiskt mál — tætt uppá italskt.
  • Messapskt — ikki avjørt týtt.
  • Frygiskt mál — málið í forna Frygia, møguliga tætt uppá grikskt, trakskt ella armenskt.
  • Paionskt mál — útdeytt mál einaferð talað norðanfyri Makedonia.
  • Thrakskt mál — møguliga tætt uppá dakskt.
  • Dakskt mál — møguliga tætt uppá trakskt og albanskt.
  • Fornmakedonskt mál — helst skylt við grikskt, onnur skjóta skyldskap við ilyrskt, trakskt ella frygiskt.
  • Ligurskt mál — møguliga ikki indo-evropeiskt; møguliga tætt uppá ella partur av keltiskum.

Ivaleyst vóru onnur indo-evropeisk mál, sum nú eru horvin uttan spor. Tey lutvísu málini etruskiskt og rætiskt kunnu ikki flokkast við nakrari vissu, uttan at tey helst eru indo-evropeisk.

Fleiri undirfamiljur eru skotnar upp, her ímillum italo-keltisk og græko-ariskt. Hvørgin av hesum verða vanliga góðkendar. indo-hittitiskt sipar til hugsanina, at týðandi munur er millum anatolsk og og hinar flokkarnar.

Uppskotnar yvirfamiljur

Summir málfrøðingar skjóta upp, at indoevropeisk mál eru partur av einari hugsaðari nostratiskari yvirfamilju, og royna, at finna skyldskap millum indo-evropeiskt og aðrar málfamiljur, so sum suðurkaukasisk mál, altaisk mál, uralsk mál, dravidisk mál og afro-asiatisk mál. Ósemja er um hetta ástøði eins væl og líknandi ástøðið um evrasiatisk mál Josephs Greenbergar og ástøðið um frumpontisk mál Johns Colarussos.

Søga

Seint frum-indo-evropeiskt mál í kurgisku skipanini.
Útbreiðsla um miðja 3. túsundár f.Kr.
Útbreiðsla um miðja 2. túsundár f.Kr.
Útbreiðsla umleið 250 f.Kr.
Útbreiðsla eftir rómverska ríkið í fólkaflytingartíðini.
Appelsingult: Lond við meiriluta av fólki, ið tala indo-evropeiskt mál. Gult: Lond, har indoevropeiskt mál hevur formliga serstøðu.

Møguleikin fyri einum felags uppruna fyri summi av hesum málunum varð fyrst skotin upp av Marcusi Zueriusi van Boxhorn í 1647. Tó gjørdust uppskot hansara ikki viðgitin og tí ikki kannað. Hugsanin varð aftur skotin upp av Sir Williami Jones, sum legði merki til líkskapir millum fýra av teimum eldstu málinum kend í hansara tíð, latíni, grikskum, sanskrit og persiskum. Skipaður samanburður millum hesi og onnur gomul mál varð framdur av Franzi Bopp, og stuðlaði hesum ástøði, Samanberandi mállæran Franzar Bopps, ið kom fram millum 1833 og 1852 er mett at vera byrjanin til indo-evropeiska gransking sum hægri lærugrein.

Endurskapta felags upprunamálið verður nevnt frum-indo-evropeiskt (enskt: Proto-Indo-European, stytt: PIE). Ósemja er um upprunaligu landafrøðiligu staðfestingina, sonevnda Urheimat ella Fornheimlandið, haðan málið kom. Tveir høvuðskandidatar eru í hesum døgum:

  1. Grasfløturnar norðanfyri Svarta havið og Kaskiska havið.
  2. Anatolia.

Fortalarar fyri kurgisku hugsanini hava lyndi til at dagfesta frummálið til umleið 4000 f.Kr.. Fortalarar fyri anatolska upprunanum vanliga dagfesta tað fleiri túsundár fyrr. Teir seinnu seta útbreiðsluna av indo-evropeiskum málum í samband við útbreiðsluna av landbúnaði í yngru steinøld.

Kurgiska hugsanin

Upprunaliga skotin upp av Marija Gimbutas í 1950-árunum. Henda hugsanin, við ymsum broytingum, er í dag eyðsýnliga hin mest góðtikna ímillum málfrøðingar. Sambært kurgisku hugsanini varð indoevropeiskt talað í koparaldarligum grasfløtumentanum í 5. túsundári f.Kr. millum Svarta havið og Volgu.

Gongdin í tíð

  • 4500–4000: Frum-indo-evropeiskt tíðliga. sredny Stog-, dnieper-Donets- og sarama-mentanirnar. Temjingin av rossinum.
  • 4000–3500: Jamna-mentanin, upprunaligu kurgisku húsasmiðirnir koma fram á grasfløtunum, og Maykop-mentanin í norðara Kaukasus. indo-hittitisk hugsan heldur uppá skildnað í frumanatolskum undan hesum.
  • 3500–3000: Miðal-frum-indo-evropeiskt. Jamnamentanin er í hæddini og umboðar klassiska endurskapta frum-indo-evropeiska samfelagið við ukrainskum gudamyndum úr steini, gomlum tvihjólaðum stríðsvognum. Vanliga fingust tey við djórabúfrøði, men eisini við fastar bústaðir og heyggjaskansar. Liva av landbúnaði og fiskiskapi fram við áir. Samband millum Jamnamentanina og evropeiskar mentanir í yngru steinøld geva úrslit í kurgangjørdum kúluamforu- og baden-mentanum. Maykop-mentanin sýnir fyrsta prógvið uppá byrjanina av bronsuøld. Bronsuvápn og aðrir lutir úr bronsu koma inn í jamnaøki.
  • 3000–2500: Seint frum-indo-evropeiskt. Jamna-mentanin fevnir um alt pontiska graslendið. Stríðøksa-mentanin fevnir um økið frá Rínánni til Volgu. Hetta er seinasta stigið av indo-evropeiskum heilleika. Hitt stóra kurgangjørda økið fellir sundur í ymisk sjálvstøðug mál og mentanir. Enn er leyst samband soleiðis, at tøkni og lán fara millum bólkarnar, uttan anatolsku og tokarsku greinirnar, sum longu eru avbyrgdar.
  • 2500–2000: Sundurskiljingin til frummálini til omanfyri staðfestu málini er fullgjørd. Frumgrikskt verður talað í Balkan, frum-indo-iranskt verður talað norðanfyri Kaspiska havið í Sintashta-Petrovka-mentanini. Bronsuøldin kemur til Miðevropa við Stríðsøksamentanini. frum-balto-slavisk (ella møguliga frum-slavisk) samfeløg í tøttum sambandi hvørt við annað.
  • 2000–1500: Stríðsvognurin uppfunnin. Hetta leiðir til skilnað og skjóta útbreiðslu av iranskum og indoariskum frá Andronovo-mentini og fornfrøðiliga Baktria-Margiana-heildini um nógv av Miðasia, norðara India, Iran og eystara Anatolia. Frumanatolskt er farið sundur í hittitiskt og Luviskt. Mentanin undan hini frumkeltisku, Unetice-mentanin, hevur virknan metalídnað (Nebra skydisk).
  • 1500–1000: Í norrønu bronsuøld koma undanfrumgermansku og undanfrumkeltisku mentanirnar Urnfield og Hallstatt til sjóndar saman við jarnøldini. Frumitalskt flyting til italsku hálvoynna. Broyting í Rigveda og uppgongdin av vedisku mentanini í Punjab. Blómingin hjá hittitiska ríkinum. Mykenska mentanin førir til griksku dimmøld.
  • 1000 f.Kr.–500 BC: keltisku málini breiðast út um mið- og vestur-evropa. Homeros setir gongd á grikskar bókmentir og klassisku fornøld. Vediska mentanin førir til Mahajanapadur. Zoroaster skrivar Gathurnar. Achaemenid ríkið reisir seg og kemur í staðin fyri Elam og Bábýlonska ríkið. Kimmerar (Scrubna-mentanin) verða settir til síðis av skytisku mentanini á pontiska graslendinum. Armenar koma í staðin fyri urartisku mentanina. Skilnaður í frumitalskum til osko-umbriskt og latín-faliskiskt, og stovnanin av Róma. Skapanin av grikskum og fornitalskum stavrøðum. Fleiri ymisk paleo-balkisk mál verða talað í suðurevropa. Anatolsku málini eru útdeyð.

Kappingarhugsanin

Colin Renfrew skeyt í 1987 upp, at útbreiðslan av indo-eropeiskum hevði samband við kollveltingina í yngru steinøld, at málini friðarliga breiddu seg úr Lítla Ásia frá umleið 7000 f.Kr. við menningini av landbúnaði (menningarbylgja). Samsvarandi hevði alt Evropa í yngru steinøld talað indo-evropeiskt. Kurgisku fólkaflytingarnar hevði í mesta lagi sett indo-evropeisk málføri í staðin fyri onnur indo-evropeisk málføri.

Thomas Gamkrelidze og Vyacheslav V. Ivanov staðfestu í 1984 indo-evropeiska heimlandið við vatnið Urmia. Teir skutu upp, at armenskt var málið, ið var verandi í indo-evropeisku vøgguni meðan onnur indo-evropeisk mál fóru úr heimlandinum. Teir eru eisini upprunin til Glottaliska ástøðið.

Summi hava víst til svartahavs-syndaflóðar-ástøðið, ið dagfestir upprunan til umleið 5600 f.Kr., sum beinleiðis orsøk til indo-evropeiska útbreiðslu. Henda hendingin fór fram í yngru steinaldartíðum, og er eitt sindur ov tíðliga til at samsvara við kurgiska fornfrøði. Tó kann ímyndast, at ein hending í fjaru fortíð Sredny Stog-mentanarinnar og fólksins, ið livdu í lendinum, ið nú er undir Asovsjónum, sum møguligar undan-frum-indo-evropearum.

Onnur ástøði eru til, sum ofta hava tjóðskaparligan dám. Onkuntíð eru tær á markinum til tjóðskaparligt dulspeki, ofta staðseta fortalararnir menningina í sínum egna landi.

Serliga Yngru steinaldar-framhaldar-ástøðið, sum er skotin upp av italskum ástøðingum, ið gongur út uppá, at indo-evropeiskt kemur frá evropeiskum mentanum í yngru steinøld.

Summir indiskir ástøðingar lata vediskt sanskrit koma frá indusdalar-mentanini, uppáhaldandi, at vedisk sanskrit í grundini er samlík frum-indo-evropeiskum, og at øll onnur málføri í síðsta enda mugu føra aftur til gomlu indusdalar-mentanina í umleið 3000 f.Kr.. Hetta ástøði er ikki alment góðtikin av lærdum.

Tilvísingar

  • Calvert Watkins (2000). The American Heritage Dictionary of Indo-European Roots. Houghton Mifflin. ISBN 0-618-08250-6.
  • August Schleicher, A Compendium of the Comparative Grammar of the Indo-European Languages (1861/62).
  • Leszek Bednarczuk (red.), Języki indoeuropejskie. PWN. Warszawa. 1986 (in Polish).

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: