Josephine Baker

Josephine Baker (fødd 3. juni 1906, doyði 12. apríl 1975) var ein Amerikonsk-fødd fronsk dansarinna, songkvinna og sjónleikarinna. Hennara føðinavn var Freda Josephine McDonald, hon varð fødd í St. Louis, Missouri í 1906, í 1937 gjørdist hon franskur statsborgari. Tað var ein fyrimunur fyri hana, at hon tosaði flótandi enskt og franskt. Hon var tann fyrsta afrikansk-amerikanarin, ið spældi ein høvuðsleiklut í einum spælifilmi, tað gjørdi hon við filminum Zouzou í 1934, og tann fyrsti afrikansk-amerikanarin, ið framførdi á einari amerikanskar konserthøll, og tann fyrsta ið gjørdist heimskend sum undirhaldari. Hon er eisini kend fyri at kempa fyri mannarættindum í USA. Hon varð eisini kend fyri at vera aktiv í fronsku mótstøðurørsluni undir Seinna heimsbardaga.

Josephine Baker
er eittmenniskja
Fødd(ur)3. jun 1906 í/á St. Louis
Andaðist12. apr 1975 í/á Paris
Deyðsorsøkcerebral hemorrhage
Starvsangari, Vedete, filmsleikari, gyklari, dansari, djasstónleikari, modell, sjónleikari, heryvirmaður, intelligence officer, høvundur, civil rights advocate
TrúgvKatolisisma
BørnAkio Bouillon
MálFranskt mál, Enskt mál
Undirskrift
Heimasíðahttp://www.cmgww.com/stars/baker/
Dátuheiti
ISNI0000000116279884
VIAF41836198
LCAuthn50020892
IMDBnm0001927
CommonsJoséphine Baker

Filmar

  • La Sirène des tropiques (1927)[1]
  • Zouzou (1934)
  • Princesse Tam Tam (1935)
  • Fausse alerte (1940)[2]
  • Moulin Rouge (1941)[3]
  • An jedem Finger zehn (1954)
  • Carosello del varietà (1955)

Keldur

🔥 Top keywords: