Roald Amundsen

Roald Engelbregt Gravning Amundsen (føddur 16. juli 1872 á Tomta[2] í Borge í Østfold, deyður mest sannlíkt hin 18. juni 1928) var ein norskur pólfari og sjófari. Hann er mest kendur fyri at hava leitt ta fyrstu rannsóknarferðina, sum náddi fram til tað jarfrøðiliga Suðurpólin í desember 1911 og fyri at hava funnið Útnyrðingsleiðina í 1903.

Roald Amundsen
Fødd(ur)Roald Engelbregt Gravning Amundsen
(1872-07-16)16. juli 1872[1]
Borge, Østfold, Noregur
Horvin18. juni 1928(1928-06-18) (aldur 55)
Barentshavið
TjóðskapurNorskur
StarvRannsóknarmaður
Pólfari
Sjófari
Kend(ur) fyriFyrsti maður at røkka Suðurpólin og fyrsti maður at flúgva yvir Norðpólin
ForeldurJens Amundsen
Hanna Sahlqvist
VirðislønirHubbard Medaljan (1907)
Charles P. Daly Medaljan (1912)
Vega Medaljan (1913)
Undirskrift

Amundsen var samman við starvsfelagi sínum Fridtjof Nansen tær sonnu hetjurnar í Noregi í tíðarskeiðnum stutt eftir, at Noreg blivin sjálvstøðug tjóð í 1905. Hann var tann fyrsti persónurin, ið náddi fram til Suðurpólin og mest sannlíkt eisini til Norðpólin. Hann sigldi sum tann fyrsti, ið fólk vita um, gjøgnum Útnyrðingsleiðina, og var ein av teimum fyrstu, ið brúktu luftskip og flogfar í rannsóknarferðum til póløkini. Roald Amundsen hvarv í juni 1928 tá hann luttók í einari bjargingarroynd eftir rivali hansara Umberto Nobile, mann gongur út frá, at flogfarið ið hann var umborð á, datt niður tætt við Bjarnoynna.

Keldur


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: