SI-prefiks

Ein av mongu góðu eginleikunum við mátiskipanini SI er møguleikin at gera nýggjar stórar og lítlar eindir við at seta eitt prefiks framman fyri SI-eindina.[1] T.d. er eitt mannahár áleið 0,000 08 metrar = 80 × 10−6 metrar = 80 mikrometrar og miðalradius á jørðini 6 371 × 103 metrar = 6 371 kilometrar.

Merkið hjá BIPM

Orðið prefiks er gjørt úr latínsku orðunum pre, frammanfyri, og fix, viðhefti.

SI-prefiks

PrefiksTalPrefiks frá
HeitiTeknHeiti1000m10nDesimaltalÁrOrðauppruni
quetta    QKvintillión10001010301 000 000 000 000 000 000 000 000 000 0002022avleitt av latínska decem, tíggju, frá 100010
ronna    RKvadrilliard1000910271 000 000 000 000 000 000 000 000 000avleitt av grikska ἐννέα, ennéa, níggju, frá 10009
jotta/yotta    YKvadrillión1000810241 000 000 000 000 000 000 000 0001991avleitt av grikska ὀκτώ, okto, átta, frá 10008
setta/zetta    ZTrilliard1000710211 000 000 000 000 000 000 000grikski bókst. ζ, zeta, í forngr. ζῆτα, sept, sjey, frá 10007
eksa/exa    ETrillión1000610181 000 000 000 000 000 0001975grikskt ἕξ, hex, seks, frá 10006
peta    PBilliard1000510151 000 000 000 000 000grikskt πέντε, pente, fimm, frá 10005
tera    TBillión1000410121 000 000 000 0001960grikskt τέρας, teras, skrímsl
giga    GMilliard100031091 000 000 000grikskt γίγας, gigas, kempa
mega    MMillión100021061 000 0001873grikskt μέγας, megas, stórt
kilo    kTúsund100011031 0001795grikskt χίλιοι, khilioi, túsund
hekto    hHundrað100023102100grikskt ἑκατόν, hekaton, hundrað
deka    daTíggju10001310110grikskt δέκα, deka, tíggju
ein / eitt100001001
desi/deci    dTíggjundapartur1000– 1310-10,11795latínskt decimus, tíggjunda
senti/centi    cHundradapartur1000– 2310-20,01latínskt centum, hundrað
milli    mTúsundapartur1000-110−30,001latínskt mille, túsund
mikro    µMillióntapartur1000-210−60,000 0011873grikskt μικρός, mikros, smátt
nano    nMilliardtapartur1000-310−90,000 000 0011960grikskt νάνος, nanos, dvørgur
piko    pBillióntapartur1000-410−120,000 000 000 001italskt piccolo, smátt
femto    fBilliardtapartur1000-510−150,000 000 000 000 0011964danskt femten fyri 10−15
atto    aTrillióntapartur1000-610−180,000 000 000 000 000 001danskt atten fyri 10−18
septo/zepto    zTrilliardtapartur1000-710−210,000 000 000 000 000 000 0011991latínskt septem, sjey, frá 1000-7
jokto/yokto    yKvadrillióntapartur1000-810−240,000 000 000 000 000 000 000 001grikskt ὀκτώ, okto, átta, frá 1000-8
ronto    rKvadrilliardtapartur1000-910-270,000 000 000 000 000 000 000 000 0012022avleitt av grikska ἐννέα, ennéa, níggju, frá 1000-9
quecto    qKvintillióntapartur1000-1010-300,000 000 000 000 000 000 000 000 000 001avleitt av latínska decem, tíggju, frá 1000-10

Longu í 1873 skeyt British Association for the Advancement of Science upp at brúka mega (M) og mikro (μ)[2], men tey blivu ikki alment viðurkend í meturskipanini fyrr enn í 1960.

Biner prefiks

Í teldutøkni er tað ofta praktiskari at hava prefiks fyri hvørji 210 = 1024 heldur enn hvørji 1000. Til tað endamálið eru biner prefiks.

Upprunalig prefiks v.m.

Tey upprunaligu prefiksini frá 1795 vóru:[3][4] myria, kilo, hekto, deka, double, demi, desi, centi og milli; hesi kundu eisini setast saman, so t.d. millimilli merkti millióntapartur, sum í 1873 fekk heitið mikro.
Í reglugerð frá fronsku mynduleikunum tann 2. apríl 1919 eru prefiksini hesi:[5] mega, hektokilo, myria, kilo, hekto, deka, desi, centi, milli, desimilli, centimilli og mikro.
Tey dupultu prefiksini hava helst givið ov nógvar trupulleikar, í hvussu er vórðu tey sett úr gildi mitt í 20. øld.

Upprunalig prefiks frá 1790'unum
PrefiksTalOrðauppruni
HeitiHeiti2m10nDesimaltalMálMerking
myriaTíggjutúsund10410 000griksktμύριοι, mýrioi, tíggjutúsund
kiloTúsund1031 000χίλιοι, khilioi, túsund
hektoHundrað102100ἑκατόν, hekaton, hundrað
dekaTíggju10110δέκα, deka, tíggju
doubleTvey212latínsktdupult
ein / eitt201001
demiHelvt2-10,5latínsktdemi/semi, helvt, hálv-
desi/deciTíggjundapartur10-10,1decimus, tíggjunda
senti/centiHundradapartur10-20,01centum, hundrað
milliTúsundapartur10−30,001mille, túsund
     
Prefiks galdandi 1919
PrefiksTal
HeitiHeiti10nDesimaltal
megaMillión1061 000 000
hektokiloHundraðtúsund105100 000
myriaTíggjutúsund10410 000
kiloTúsund1031 000
hektoHundrað102100
dekaTíggju10110
ein / eitt1001
desiTíggjundapartur10-10,1
centiHundradapartur10-20,01
milliTúsundapartur10−30,001
desimilliTíggjutúsundapartur10−40,000 1
centimilliHundraðtúsundapartur10−50,000 01
mikroMillióntapartur10−60,000 001

Avmarkað og útgingin prefiks

Dupult prefiks - so sum millimilli - vóru loyvd í gomlu meturskipanini, men tey eru ikki loyvd í SI.

Prefiksið "myria" (10 000) er ikki við í SI. Ein myriametur (tíggju kilometrar) verður nevnd ein míl í Noregi og Svøríki.

Prefiksini, sum ikki eru heil fald av 1000, t.v.s. "hekto", "deka", "desi" og "senti", eru avmarkað til nøkur fá endamál. Loyvt er at skriva 1013 hPa um lufttrýstið 101 300 Pa. Harafturímóti eigur ein ikki at skriva 101,3 hV um spenningin 10 130 V, men t.d. 10,13 kV.

Fyrr vórðu eisini brúkt serlig symbol fyri lítlum eindum, t.d. "μ" í staðin fyri "μm" um mikrometur, "λ" í staðin fyri "μL" um mikrolitur og "γ" í staðin fyri "μg" um mikrogramm. Hetta er sjálvandi heldur ikki loyvt longur.

Uppskot um onnur prefiks

Áðrenn 1030, 1027, 10-27 og 10-30 høvdu fingið heiti, vóru ymisk uppskot frammi:

  • "hella" fyri 1027 [6]
  • symbolini X, W og V fyri 1027, 1030 og 1033 [7]
  • "vectra (V)" um 1027 og "vimto (v)" um 10-27 [8]

Referansur

🔥 Top keywords: