Yangtze

121°58′59″E / 31.39361°N 121.98306°E / 31.39361; 121.98306

Yangtze Áin (Enskt úttala: /ˈjæŋtsi/ ella /ˈjɑːŋtsi/), (Kinesiskt: 长江, Cháng Jiāng), kend í Kina sum Chang Jiang ella Yangzi, er tann longsta áin í Asia og tann triðlongsta áin í heiminum. Hon rennur ígjøgnum 6.300 kilometers (3.915 mi) frá jøklunum á Qinghai-Tibet háslettanum í Qinghai eystureftir gjøgnum útsynningspartin av Kina, mið-Kina og Eysturkina, áðrenn hon at enda rennur út á sjógv í Eysturkinesiska Havið í Shanghai.

Yangtze
长江
Cháng Jiāng
Skýming yvir Yangtze ánna (Tríggjar Gjáir)
Skýming yvir Yangtze ánna (Tríggjar Gjáir)
Land Kina
Tvøráir
 - vinstrumeginYalong, Min, Tuo, Jialing, Han
 - høgrumeginWu, Yuan, Zi, Xiang, Gan, Huangpu
BýirYibin, Luzhou, Chongqing, Wanzhou, Yichang, Jingzhou, Yueyang, Wuhan, Jiujiang, Anqing, Tongling, Wuhu, Nanjing, Zhenjiang, Nantong, Shanghai
UppkomaGeladaindong Peak
 - staðurTanggula Mountains, Qinghai
 - hædd5.042 myh
 - koord.33°25′44″N 91°10′57″E / 33.42889°N 91.18250°E / 33.42889; 91.18250
MunniEysturkinesiska Havið
 - staðurShanghai, og Jiangsu
 - koord.31°23′37″N 121°58′59″E / 31.39361°N 121.98306°E / 31.39361; 121.98306
Longd6.300 km[1]
Vatnmark1.808.500 km²[2]
Vandføring
 - middel30.166 m³/s[3]
 - maks110.000 m³/s[4][5]
 - minimum2.000 m³/s
Leiðin hjá Yangtze ánni gjøgnum Kina
Leiðin hjá Yangtze ánni gjøgnum Kina
Leiðin hjá Yangtze ánni gjøgnum Kina
Chang Jiang
Kinesiskt navn
Siðbundið kinesiskt 長江
Einfalt kinesiskt 长江
Bókstavilig meining"The Long River"
Yangtze áin
Siðbundið kinesiskt 揚子江
Einfalt kinesiskt 扬子江
Tibetanskt navn
Tibetanskt འབྲི་ཆུ་

Áin er tann longsta ið heiminum ið bert rennur gjøgnum eitt land. Hon veitir burtur vatn úr einum fimtaparti av jarðarøkinum í Kina, og í økjunum fram við ánni býr ein triðingur av fólkinum í Kina.[6] Yangtze áin hevur eisini millum heimsins størstu frárenslum.

Ein partur av Yangtze rennur gjøgnum djúpar gjáir í vestara Yunnan og er partur av Tjóðarlundini Tríggjar Javnfjarar Áir í Yunnan, ið er ein UNESCO Heimsarvur.

Vatnbyrgingin hjá teimum trimum gjáunum í Yangtze ánni er heimsins størsta vatnorkuverk.[7][8]

Yangtze áin spælir ein stóran leiklut í søgu Kina og fyri búskapinum í landinum. Tað múgvandi Yangtze áarósin framleiðir eisini so nógv sum 20% av BTÚ hjá Kina.

Nøvn

Kinesiskt

Av tí at upprunin til Yangtze ikki varð staðfestur fyrr enn í nýggjari tíð, so hava kinesarar givið ánni ymisk nøvn til niðaru og ovaru partarnar av ánni.[9]

"Yangtze" var í veruleikanum navnið á Chang Jiang fyri tann niðara partin frá Nanjing til áarmunnnan við Shanghai. Men eftirsum vesturlendskir trúboðarar fyrst og fremst vóru virknir í hesum økinum, og kendu til navnið á hesum strekkinum av Chang Jiang, so varð "Yangtze áin" nýtt um alla Chang Jiang á enskum. Tað skal viðmerkjast, at í Nýkinesiskum, verður Yangtze enn nýtt um niðara partin av Chang Jiang frá Nanjing til áarmunnan. Yangtze verður aldri nýtt um alla Chang Jiang ánna.

Chang Jiang – "Áin Langa"

Chang Jiang (长江/長江) er tað nýtíðar kinesiska navnið fyri tann lægra partin 2.884 km (1.792 mi) av Yangtze frá samanrenningini við Min ánna í Yibin í Sichuan til áarmunnan í Shanghai. Chang Jiang merkir bókstaviliga "Langa Áin." Í fornøldini var hetta strekki av ánni nevnt, Jiang ,[10] ein kinesiskur bókstavur, ið sambindur vatnið radikalt við tað einsljóðandi (nú úttalað gōng, men *kˤoŋ á fornkinesiskum.[11]) Krong verður hildið at vera eitt orð á tí Austroasiatiska málinum hjá lokalum fólkasløgum, sum t.d. Yue og líkist *krong á Proto-Vjetnamesiskum og krung á Mon, øll hesi merkja "áin".[12] Undir Han-ríkinum, hevði orðið Jiang fingið týdningin einhvør á á kinesiskum, og fyri at skilja ímillum hesa og allar aðrar áir, varð henda nevnd "Stóra Áin" 大江 (Dàjiāng).

Jinsha Jiang – "Gullsandá"

Jinsha áin (金沙江, lit. "Gullstøv"[13] ella "Gylta-Sandaða Áin") er navnið á 2.308 km (1.434 mi) av Yangtze frá Yibin longri uppi til áarmótið við ánna nærindis Yushu í Qinghai. Frá Fornøld til Ming ríkið, var hesin parturin av ánni hildin at vera ein tvørá hjá Yangtze, meðan Min áin var hildin at vera høvuðskeldan til ánna omanfyri Yibin. Í yrkingini Fagnaður til Yu, ið er skrivað í fimtu øld á.Kr., verður hesin parturin nevndur Hei Shui 黑水 ella "Svarta Vatnið." Navnið "Jinsha" kemur upprunaliga frá Song ríkinum, tá ið áin lokkaði eitt stórt tal av gullgravarum. Gullgravarí heldur fram í Jinsha ánni heilt til dagin í dag.[14] Áðrenn Song ríkið, vóru onnur nøvn nýtt, t.d. Lújiāng (瀘江) frá tíðini við Trimum Kongsveldum.[15]

Tongtian áin

Tongtian River (通天河, lit. "Áin Rennur Gjøgnum Himmalin") greiður frá 813 km (505 mi) partinum frá Yushu upp til áarmótið við Dangqu ánni. Navnið kemur frá ævintýrum úr Journey to the West (Ferðin Vestureftir). Í fornøldini var hon nevnd Yak áin. Á Mongolskum, er hetta strekkið á ánni kent sum Murui-ussu (lit. "Winding Stream").[16] og av og á varð tikið feil við Baishui, ið er nærindis.[9]

Tuotuo áin

Tuotuo áin (沱沱河, p Tuótuó Hé, lit. "Grátkomna Áin"[17] er tann almenna høvuðsáin á Yangtze, og rennur 358 km (222 mi) frá jøklunum frá Gelaindong Massif í Tanggula Fjøllunum í útsynningspartinum á Qinghai til áarmótið við Dangqu ánna ið skapa Tongtian ánna. Á mongolskum er hesin parturin av ánni kendur sum Ulaan Mörön ella "Reyða Áin".

Búskaparligi týdningurin

Við síni stødd og longd er Yangtze tann týdingarmiklasti vatnvegurin í Kina. Áin verður í stóran mun brúkt til flutning av vørum og tilfari til tey stóru ídnaðarøkini í og nærindis Shanghai, Chongqing og Wuhan, hagar millum annað stórar mongdir av koli og jarnmálmi verða fluttar eftir ánni.

Keldur

🔥 Top keywords: