Yvirgangsálopið móti einum skúla í Peshawar í 2014

Yvirgangsálopið móti einum skúla í Peshawar í 2014 var eitt yvirgangsálop ið fór fram í Pakistanska býnum Peshawar hin 16. desember 2014, har ið sjey vápnaðir menn, ið vóru limir í Tehreek-e-Taliban Pakistan lupu á ein almennan skúla, ið var rikin av pakistanska herinum.[1] Álopið verður sagt at vera tað ræðuligasta yvirgangsálopið ið nakrantíð er framt í Pakistan.[2] Sagt verður, at 145 fólk doyðu[3][4], av hesum vóru 132 børn í aldinum 8 til 18 ár, restin vóru starvsfólk í skúlanum.[5][6][7] Í minsta lagi 450 fólk vóru særd og nógv vóru løgd inn á sjúkrahúsini í býnum. Meira enn 950 næmingar, lesandi og starvsfólk vóru bjargaði út úr skúlanum av herinum[8], meðan og eftir at álopið endaði, eftir at allir sjey yvirgangsmenninir lótu lív tíðliga um kvøldið.[9]

Kort yvir økið, har ið yvirgangsálopið fór fram

Keldur

🔥 Top keywords: