17. november

dagfesting
Okt - Nov - Des
MiFrLeSu
 123456
78910111213
14151617181920
21222324252627
282930    
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

17. november er dagur 321 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 322 um skotár er). 44 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar

  • 1558 - Elisabeth I, av Onglandi tekur við bretsku trúnuni, eftir at hálvsystir hennara Mary I, av Onglandi doyr.
  • 1800 - Amerikanska kongressin kemur saman fyri fyrstu ferð í Washington D.C.
  • 1831 - Venesuela og Ekvador verða skild frá Stórkolumbia.
  • 1839 - Oberto, fyrsta opera Giuseppe Verdi verður at hoyra fyri fyrsyu ferð í Teatro alla Scala í Milano í Italia.
  • 1858 - Býurin Denver í amerikanska statinum Colorado verður settur á stovn.
  • 1869 - Suezveitin í Egyptalandi opnar, og bindur harvið Miðjarðar- og Reyðahavið saman.
  • 1933 - USA viðurkennir Sovjetsamveldið.
  • 1939 - Níggju kekkiskir studentar verða avrættaðir, aftaná eitt anti-Nazi mótmæli, ið endar við deyða Jan Opletal. Allir kekkiskir háskúlar verða lukkaðir niður, og meir einn 1.200 studentar verða sendir í týningarlegur. Síðani hendan tilburð, verður Altjóða Studentadagur hildin í fleiri londum, harav serliga í Kekkia.
  • 1950 - Lhamo Dondrub fær navnið tann 14. Dalai Lama.
  • 1957 - Eitt Vickers Viscount G-AOHP flogfar hjá British European Airways brotlendir í Ballerup, eftir at tríggjir motorar ganga fyri. Flogfarið var á veg til flogvøllin í Kastrup. Orsokin vísir seg at vera feilur í anti-ís systeminum í flogfarinum. Ongin kemur til skaða.
  • 1969Kalda kríggið: Samráðingarfólk frá Sovjetsamveldinum og USA møtast í Helsinki í Finnlandi. Hetta er fyri at byrja SALT I samráðingarnar, ið snúgva seg um at minka nýstlu av strategiskum vápnum frá báðum síðum.
  • 1970 - Rúmdarrobotturin Lunokhod 1, frá Sovjetsamveldinum, lendir á Mare Imbrium (Rusinhavið) á Mánanum. Hetta er fyrsti fjarstýrdi reiki-rúmdarrobottur, ið lendir á aðrari jørð. Lunokhod I verður sendur frá Luna 17 rúmdarfarinum.
  • 1978 - The Star Wars Holiday Special verður víst á amerikansku sjónvarpsstøðini CBS. Sendingin fær sera negativar móttøkur frá ummælarum, fjepparum og Star Wars skaparanum sjálvum, George Lucas.
  • 1989 - Kalda kríggið: Eitt studentamótmæli í Prag verður steðgað av ólætisløgregluni. Hetta hevur við sær uppreistur, við máli um at koppa kommunistiska stýrininum. (Tað hendir 29. desember sama ár.)
  • 1990 - Løgtingsval í Føroyum. Javnaðarflokkurin gerst stóri vinnarin, við 27,5 % av atkvøðunum og 10 tinglimum. Fólkaflokkurin fær 7, Sambandsflokkurin 6, Sjálvstýrisflokkurin 3, Tjóðveldisflokkurin 4, og Kristiligi Fólkaflokkurin fær 2 tingfólk vald.
  • 1997 - 62 fólk lata lív í Luxor í Egyptalandi, tá 6 islamiskir harðrend fólk (militantar) leypa á uttanfyri Hatshepsut templið. Hetta verður kent sum Fjøldamorðið í Luxor.


Føðingar

  • 9 - Vespasian, rómverskur keisari (d. 79)
  • 1749 - Nicolas Appert (d. 1841)
  • 1925 - Rock Hudson, amerikanskur sjónleikari (d. 1985)
  • 1938 - Gordon Lightfoot, kanadiskur sangari og sangskrivari (d. 2023).
  • 1940 - Luke Kelly, írskur sangari (frá The Dubliners) (d. 1984)
  • 1942 - Martin Scorsese, amerikanskur leikstjóri.
  • 1944 - Danny DeVito, amerikanskur sjónleikari.
  • 1949 - John Boehner, amerikanskur politikari.
  • 1960 - Jonathan Ross, enskur sjónleikari og sjónvarpsvertur
  • 1960 - RuPaul, amerikonsk dragdrotning, sjónleikari og sangari
  • 1978 - Rachel McAdams, kanadisk sjónleikarinna.
  • 1986 - Nani, portugisiskur fótbóltsleikari.

Andlát

  • 1558 - Maria, drottning í Onglandi (f. 1516)
  • 2006 - Ferenc Puskas, ungarskur fótbóltsleikari (f. 1927)
  • 2013 - Doris Lessing, bretskur rithøvundur (f. 1919)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: