19. november

dagfesting
Okt - Nov - Des
MiFrLeSu
 123456
78910111213
14151617181920
21222324252627
282930    
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

19. november er dagur 323 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 324 um skotár er). 42 eru dagar eftir av árinum.

Hendingar

  • 1493 - Kristoffur Kolumbus fer í land á oyggj, han uppdagar dagin fyri. Hann nevnir oynna San Juan Bautista (verður endurnevnd Puerto Riko seinni).
  • 1816 - Warsaw University verður sett á stovn í Póllandi.
  • 1881 - Ein loftsteinur lendir nærhendis bygdini Grossliebenthal, suðvestur av Odessa í Ukrainu.
  • 1916 - Samuel Goldwyn og Edgar Selwyn stovna Goldwyn Pictures.
  • 1946 - Afghanistan, Ísland og Svøríki fara uppí Sameindu Tjóðir.
  • 1954 - Télé Monte Carlo, elsta privata sjónvarpsstøð í Evropa, verðursett á stovn av Rainier III prinsi.
  • 1969 - Apollo 12 rúmdarmennirnir Pete Conrad og Alan Bean lenda á Oceanus Procellarum (Stormhavinum), og gerast triðji og fjórði maður, ið gongur á mánanum.
  • 1969 - Argentinska fótbóltshetjan Pelé skorar sítt mál nummar 1.000.
  • 1984 - Ein røð av spreingingum í Pemex petrolium goymslu í San Juan Ixhuatepec í Meksikobýi, hevur við sær stóran eld. Umleið 500 fólk lata lív.
  • 1985 - Kalda kríggið: Forseti USA, Ronald Reagan og forsetisráðharri Sovjetsamveldisins Mikhail Gorbachev møtast fyri fyrstu ferð í Genf í Sveis.
  • 1998 - Clinton–Lewinsky skandalan: Hoyringar byrja í málinum ímóti Bill Clinton forseta.
  • 1998 -Listaverkið Portrait of the Artist Without Beard hjá Vincent van Gogh verður selt á uppboðssølu 71.5 milliónir amerikanskar dollarar.
  • 1999 - Shenzhou 1: Fólkalýðveldið Kina sendir upp sítt fyrsta Shenzhou rúmdarfar.
  • 2002 - Griska oljutangaskipið Prestige brotnar í helvt og søkkur uttanfyri Galicia. Skipið gevur frá sær yvir 76,000 m³ av olju, ið lekur út í havið. Hetta gerst størsta umhvørvisvanlukka í spanskari og portogisiskari søgu.
  • 2006 - Nintendo útgevur Nintendo Wii, sína fyrstu rørslustýrdu spælistýristøð.
  • 2013 - Ein dupult sjálvmorðsbumban frammanfyri iransku sendistovuna í Beirut, hevur við sær at 23 lata lív, og 160 koma til skaða.


Føðingar

Andlát

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: