21. desember

dagfesting
Nov - Des - Jan
MiFrLeSu
   1234
567891011
12131415161718
19202122232425
262728293031 
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

21. desember er dagur 355 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 356 um skotár er). 10 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar

  • 1988 - Eitt Pan-Am flogfar datt niður yvir skotska býin Lockerbie, tá ein bumba brast í flogfarinum. 259 ferðafólk og starvsfólk sum vóru umborð umframt 11 fólk, sum vóru niðri á landjørðini, lótu lív.
  • 1988 - Kolandi ódn herjaði í Føroyum og gjørdi stóran skaða kring alt landið. Ódnin verður vanliga nevnd Jólaódnin í '88. Í desember 2013 vísti Kringvarpið eina sending um Jólaódnina frá 1988, teir vístu myndir og filmsbrot frá 1988, sum vístu skaðar ymsastaðni frá og tosaðu eisini við fleiri av fólkunum, sum høvdu mist hús teirra tá, nú 25 ár vóru liðin síðan hendingina.
  • 2006 - Gásadalstunnilin letur formliga upp


Føðingar

  • 1804 - Benjamin Disraeli, bretskur politikari (d. 1881)
  • 1892 - Rebecca West, bretskur rithøvundur (d. 1983)
  • 1918 - Kurt Waldheim, eysturíkskur politikari (d. 2007)
  • 1930 - Kalevi Sorsa, finskur politikari (d. 2004)
  • 1937 - Jane Fonda, amerikonsk sjónleikarinna.
  • 1940 - Frank Zappa, amerikanskur tónleikari (d. 1993)
  • 1942 - Hu Jintao, kinesiskur politikari.
  • 1948 - Samuel L. Jackson, amerikanskur sjónleikari.
  • 1954 - Chris Evert, amerikanskur tennisleikari.
  • 1965 - Andy Dick, amerikanskur sjónleikari, skemtari og tónleikari.
  • 1966 - Kiefer Sutherland, kanadiskur sjónleikari.
  • 1967 - Mikheil Saakashvili, georgiskur politikari.
  • 1975 - Charles Michel, belgiskur politikari.
  • 1977 - Emmanuel Macron, franskur forseti.
  • 1979 - Tuva Novotny, svensk sjónleikarinna.

Andlát

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: