Fosturtøka

Fosturtøka er steðgur av barnsburðartilgongdini, áðrenn fostrið sjálvbjargið. Fyrisitingarligi munurin á einari fosturtøku og einum deyðføddum barni er at deyðfødd børn vera partur av føðingarhagtølunum, fáa eitt navn, fáa útvega eina deyðaváttan og verða jarða.

Altjóða støðan viðvíkjandi fosturtøkulógini, Frágreiðingin frá Sameindum Tjóðum 2013.[1]
  Lógligt eftir umbøn.
  Bert lógligt í førum har ið vandi er fyri lívinum hjá mammuni, vandi er fyri sálarligu heilsuni, vandi er fyri heilsuni, har ið talan er um neyðtøku, brek hjá fostrinum, og/ella sosioøkonomiskir faktorar.
  Bert lógligt í førum har ið vandi er fyri lívinum hjá mammuni, vandi er fyri sálarligu heilsuni, vandi er fyri heilsuni, har ið talan er um neyðtøku og/ella brek hjá fostrinum.
  Bert lógligt í førum har ið vandi er fyri lívinum hjá mammuni, vandi er fyri sálarligu heilsuni, vandi er fyri heilsuni og/ella talan er um neyðtøku.
  Bert lógligt í førum har ið vandi er fyri lívinum hjá mammuni, vandi er fyri sálarligu heilsuni og/ella heilsuni.
  Ólógligt uttan nakað undatak.
  Ymiskt, alt eftir landsluti.
  Eingin kunning. (Seinast dagført 18. mai 2014)

Føroyar

Í Føroyum er lógin frá 1959 viðvíkjandi fosturtøku enn í gildi (anordning nr. 228 af 20. juni 1959 om ikrafttræden på Færøerne af lov om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.m.") Sambært hesi lóg kann avgerð um fosturtøku verða tikin av einum sjúkrahúsyvirlækna, sum er settur á einum av teimum 3 sjúkrahúsunum í Føroyum, "dersom afbrydelsen er nødvendig for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred og såfremt tilfældet er begrundet i sygdom, og dette er konstateret på et af de i loven omhandlede sygehuse".

Í Føroyum hevur talið á fosturtøkum seinastu árini ligið millum 29 og 59. Ársbýti sæst niðanfyri[2]:

Fosturtøku tøl í Føroyum
ÁrTal
199648
199738
199859
199947
200049
200142
200249
200337
200444
200529
200641
200746
200837
200951
201033
201133

Keldir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: