Republikanski Flokkurin

Republikanski Flokkurin (enskt: Republican Party, Grand Old Party ella GOP) er ein konservativur, liberalur og kapitalistiskur flokkur, annar av báðum størstu flokkunum í USA (hin eitur Demokratiski Flokkurin). Limirnir verða nevndir republikanarar. Hann roynir nú at linka vápnalógirnar, stuðla Irakskrígnum, tala fyri deyðarevsing, tálma almennari uppílegging, lágan skatt og at USA skal verða sterkt í heiminum. Republikanski Flokkurin er eisini fyri at skerja tær almennu útreiðslurnar. Flokkurin hevur í nógv ár havt sum sjónarmið at mannaættin ikki er orsøk til at heimurin gerst heitari. Flokkurin hevur millum annað mett at óneyðugt er at avmarka oljunýtsluna.

Summi vilja vera við, at flokkurin skal gerast meira konservativur, meðan onnur siga sum so, at fyri at fáa fleiri amerikanarar við, noyðist flokkurin at sleppa konservativu virðunum, og til dømis stuðla samkyndum. Ein av teimum, sum leingið hevur gjørt fólki greitt, at Republikanski Flokkurin skal finna nýggj nýmótans virði og taka ímóti ungóminum, er Cindy McCain. Hon hevur javnan skeldast við konservativa politikarar og fjølmiðlafólk, og er serstakliga væl dámd á Twitter. Summi vilja enntá vera við, at hon er ein av teimum komandi stórpolitikarunum í Republikanska Flokkinum.

Kend nøvn hava verið forsetarnir Abraham Lincoln, George W. Bush, Theodore Roosevelt, Dwight D. Eisenhower, Richard Nixon og Ronald Reagan. Reince Priebus er floksleiðari fyri GOP.

Úrslit av valum

Úrslit av forsetavalum

Henda talvan vísir úrslitið hjá Republikanska Flokkinum á forsetavalum síðan 1856.

ValAtkvøðurAtkvøður í %Sessir
(electoral college)
+/-Úrslitið av valinum
18561,342,34533.1
114 / 296
114Demokratiskur sigur
18601,865,90839.8
180 / 303
66Republikanskur sigur
18642,218,38855.0
212 / 233
32Republikanskur sigur
18683,013,42152.7
214 / 294
2Republikanskur sigur
18723,598,23555.6
286 / 352
72Republikanskur sigur
18764,034,31147.9
185 / 369
134Republikanskur sigur
18804,446,15848.27
214 / 369
29Republikanskur sigur
18844,856,90548.3
182 / 401
32Demokratiskur sigur
18885,443,89247.8
233 / 401
51Republikanskur sigur
18925,176,10843.0
145 / 444
88Demokratiskur sigur
18967,111,60751.03
271 / 447
126Republikanskur sigur
19007,228,86451.6
292 / 447
21Republikanskur sigur
19047,630,45756.4
336 / 476
44Republikanskur sigur
19087,678,39551.6
321 / 483
15Republikanskur sigur
19123,486,24223.2
8 / 531
313Demokratiskur sigur
19168,548,72846.1
254 / 531
246Demokratiskur sigur
192016,144,09360.3
404 / 531
150Republikanskur sigur
192415,723,78954.0
382 / 531
22Republikanskur sigur
192821,427,12358.2
444 / 531
62Republikanskur sigur
193215,761,25439.7
59 / 531
385Demokratiskur sigur
193616,679,54336.5
8 / 531
51Demokratiskur sigur
194022,347,74444.8
82 / 531
74Demokratiskur sigur
194422,017,92945.9
99 / 531
17Demokratiskur sigur
194821,991,29245.1
189 / 531
90Demokratiskur sigur
195234,075,52955.2
442 / 531
253Republikanskur sigur
195635,579,18057.4
457 / 531
15Republikanskur sigur
196034,108,15749.55
219 / 537
238Demokratiskur sigur
196427,175,75438.5
52 / 538
167Demokratiskur sigur
196831,783,78343.4
301 / 538
249Republikanskur sigur
197247,168,71060.7
520 / 538
219Republikanskur sigur
197638,148,63448.0
240 / 538
280Demokratiskur sigur
198043,903,23050.7
489 / 538
249Republikanskur sigur
198454,455,47258.8
525 / 538
36Republikanskur sigur
198848,886,09753.4
426 / 538
99Republikanskur sigur
199239,104,55037.4
168 / 538
258Demokratiskur sigur
199639,197,46940.7
159 / 538
9Demokratiskur sigur
200050,456,00247.9
271 / 538
112Republikanskur sigur
200462,040,61050.7
286 / 538
15Republikanskur sigur
200859,948,32345.7
173 / 538
113Demokratiskur sigur
201260,933,50047.2
206 / 538
33Demokratiskur sigur
201662,984,82546.1
305 / 538
98Republikanskur sigur

Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: