Robin Williams

Robin McLaurin Williams (21. juli 195111. august 2014) var amerikanskur sjónleikari og skemtari. Hann gjørdist kendur, tá hann spældi leiklutin sum ein vera úr rúmdini, ið nevndist Mork í Mork & Mindy (1978-1982). Hann helt fram við lívsleiðini bæði sum stand-up skemtari og sum sjónleikari í biograffilmum. Hann spældi m.a. í viðurkendum filmum sum The World According to Garp (1982), Good Morning, Vietnam (1987), Dead Poets Society (1989), Awakenings (1990), The Fisher King (1991), og Good Will Hunting (1997), eins væl og í spælifilmum sum í filmum sum vóru ein fíggjarlig sukse, eitt nú Popeye (1980), Hook (1991), Aladdin (1992), Mrs. Doubtfire (1993), Jumanji (1995), The Birdcage (1996), Night at the Museum (2006), Happy Feet (2006), og Happy Feet Two (2011). Hann hevði eisini ein leiklut í videofilminum "Don't Worry, Be Happy" eftir Bobby McFerrin.

Robin Williams
er eittmenniskja
Fødd(ur)21. jul 1951 í/á Chicago
Andaðist11. aug 2014 í/á Tiburon, Paradise Cay
Deyðsorsøkhanging
Alma materJuilliard School, Claremont McKenna College, Detroit Country Day School, Redwood High School, College of Marin, Durham College
Starvstand-up skemtari, sjónvarpsleikari, filmsleikari, sjónleikari, skemtari, filmframleiðari, filmsrithøvundur, audiobook narrator, sjónleikari á palli, raddaleikari, mime artist
TrúgvEpiscopal Church
BørnZachary Williams, Zelda Williams, Cody Williams
Foreldurmóðir Laura McLaurin faðir Robert Williams
MálEnskt mál
Heimasíðahttp://www.robinwilliams.com
Dátuheiti
ISNI0000000118795962
VIAF93723961
LCAuthn99250620
IMDBnm0000245
CommonsRobin Williams

Tríggjar ferðir varð hann tilnevndur ein Oscar-virðislønina fyri besta mannliga leiklutin. Hann móttók ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklutin fyri sín leiklut í Good Will Hunting. Hann fekk eisini tvær Primetime Emmy Award, fýra Golden Globe-virðislønir, tvær Screen Actors Guild Awards og fimm Grammy Awards.[1][2]

Hin 11. august 2014 var Williams funnin lívleysur í heimi sínum í Paradise Cay í Kalifornia og staðfest varð, at hann varð deyður. Sambært Marin County's coroner's office, var tann mest sannlíka deyðsorsøkin var kvæling. Hann gjørdist 63 ára gamal. Sambært løgregluni bendir alt á, at Robin Williams er deyður fyri egnari hond. Williams hevur fyrr tosað opið um sítt rúsdrekka- og rúsevnamisbrúk.[3]

Keldur

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


🔥 Top keywords: