8. mai

dagfesting
<<Mai 2024>>
MiFrLeSu
12345
6789101112
13141516171819
20212223242526
2728293031
MMXXIV

8. mai er dagur 128 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 129 um skotár). Tað eru 237 dagar eftur av árinum. Altjóða Reyða Kross dagur verður hátíðarhildin í dag.

Hendingar

  • 1521 - Týski munkurin Martin Luther verður lýstur í bann og friðleysur av týsk-rómverska keisaranum Karl V. á ríkisdegnum í Worms, tí at Luther vildi ikki taka skriftirnar aftur.
  • 1794 - Franski evnafrøðingurin Antoine Lavoisier verður dømdur til deyða fyri falsan av tubakki og skattasvik. Hann verður tikin av døgum við hálshøgging í falløks (guillotinu) sama dag.
  • 1886 - John Pemberton byrjar at selja "Coca-Cola" sum heilsudrykkur.
  • 1902 - Gosfjallið Mount Pelee á fronsku oynni Martinique í Karibiahavinum fer at goysa ógvusliga. Størsti býur og táverandi høvuðsstaðurin St. Pierre verður lagdur í oyði og nærum øll fólkini í býnum lata lív.
  • 1912 - Filmsframleiðslufyritøkan Paramount Pictures verður sett á stovn.
  • 1945 - Seinni heimsbardagi endar í Evropa hendan dagin.
  • 1978 - Fjallaklintrararnir Reinhold Messner og Peter Habeler verða fyrstir at røkka toppin á Mount Everest uttan at nýta eyka súrevni.
  • 1983 - Norðurlandahúsið í Føroyum letur upp alment.
  • 1998 - Danski fótbóltsleikarin Michael Laudrup kunnger, at hann gevst sum yrkisfótbóltsleikari eftir HM í Fraklandi.


Føðingar

  • 1753 - Miguel Hidalgo, meksikanskur politikari (d. 1811)
  • 1828 - Henry Dunant (d. 1910)
  • 1884 - Harry S. Truman, amerikanskur forseti (d. 1972)
  • 1906 - Roberto Rossellini, italskur leikstjóri (d. 1977)
  • 1937 - Thomas Pynchon, amerikanskur rithøvundur.
  • 1945 - Keith Jarrett, amerikanskur tónleikari.
  • 1954 - John Michael Talbot, amerikanskur sangari og tónaskald.
  • 1958 - Roddy Doyle, írskur rithøvundur.
  • 1975 - Enrique Iglesias, spanskur sangari.
  • 1976 - Martha Wainwright, kanadisk songkvinna.

Andlát

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: