HM fótbóltur

HM í fótbólti (enskt: FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.

HM fótbóltur
Stovnað1930
RegiónAltjóða (FIFA)
Tal av liðum32 (finalur)
209 (skikkaði til innleiðandi)
Núverandi meistarar Týskland (4. tittul)
Lið við besta avriki Brasil (5 titlar)
SjónvarpssendistøðirListi yvir rásir
Heimasíðafifa.com/worldcup
Kvalifisering til HM í fótbólti 2018
HM fótbóltur 1978

Søga

FIFA verður stovnað

Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping.

Bretar seta seg uttanfyri

Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og "heimalondini" Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt "ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum", og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð.

Fótbóltur er fyri professionellar

Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at "Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin.Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini.

Fyrsta HM endaspælið verður fyrireikað

Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskum fótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið Heimsmeistarakapping Í Fótbólti, mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við.

Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum.

Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið "Jules Rimet Steypið" at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki.

Uruguei 1930

Dato: 13/7 - 30/7

Luttakarar (13)

Argentina - Belgia - Bolivia - Brasil - Kili - Frakland - Jugoslavia - Meksiko - Paraguei - Peru - Rumenia - USA - Uruguei.

Finala

  • Uruguei 4 (Dorado 1-0, Cea 2-2, Iriarte 3-2, Castro 4-2)
  • Argentina 2 (Peucelle 1-1, Stábile 1-2)

Málríkasti dystur

Úrslit

ÁrVerturVinnariÚrslitNummar tveyTriðjaplássÚrslitFjórðaplássTal av liðum
1930
Smálutir
 Uruguai
Uruguei
4–2
Argentina

USA
[note 1]
Jugoslavia
13
1934
Smálutir
 Italia
Italia
2–1 (E.l.l.)
Kekkoslovakia

Týskland
3–2
Eysturríki
16
1938
Smálutir
 Frakland
Italia
4–2
Ungarn

Brasil
4–2
Svøríki
16/15

[note 2]

1950
Smálutir
 Brazil
Uruguei
Tað var ongin almennur finaludystur á HM 1950.[2]
Brasil

Svøríki
[note 3]
Spania
16/13

[note 4]

1954
Smálutir
 Sveis
Vesturtýskland
3–2
Ungarn

Eysturríki
3–1
Uruguei
16
1958
Smálutir
 Svøríki
Brasil
5–2
Svøríki

Frakland
6–3
Vesturtýskland
16
1962
Smálutir
 Kili
Brasil
3–1
Kekkoslovakia

Kili
1–0
Jugoslavia
16
1966
Smálutir
 England
Ongland
4–2 (E.l.l.)
Vesturtýskland

Portugal
2–1
Sovjetsamveldið
16
1970
Smálutir
 Mexico
Brasil
4–1
Italia

Vesturtýskland
1–0
Uruguei
16
1974
Smálutir
 Vesturtýskland
Vesturtýskland
2–1
Niðurlond

Pólland
1–0
Brasil
16
1978
Smálutir
 Argentina
Argentina
3–1 (E.l.l.)
Niðurlond

Brasil
2–1
Italia
16
1982
Smálutir
 Spania
Italia
3–1
Vesturtýskland

Pólland
3–2
Frakland
24
1986
Smálutir
 Meksiko
Argentina
3–2
Vesturtýskland

Frakland
4–2 (E.l.l.)
Belgia
24
1990
Smálutir
 Italia
Vesturtýskland
1–0
Argentina

Italia
2–1
Ongland
24
1994
Smálutir
 USA
Brasil
0–0 (E.l.l.)
(3–2b)

Italia

Svøríki
4–0
Bulgaria
24
1998
Smálutir
 Frakland
Frakland
3–0
Brasil

Kroatia
2–1
Niðurlond
32
2002
Smálutir
 Suðurkorea
&  Japan

Brasil
2–0
Týskland

Turkaland
3–2
Korea Republic
32
2006
Smálutir
 Týskland
Italia
1–1 (E.l.l.)
(5–3b)

Frakland

Týskland
3–1
Portugal
32
2010
Smálutir
 Suðurafrika
Spania
1–0 (E.l.l.)
Niðurlond

Týskland
3–2
Uruguei
32
2014
Smálutir
 Brasil
Týskland
1–0 (E.l.l.)
Argentina

Niðurlond
3–0
Brasil
32
  • e.l.l.: eftir longda leiktíð
  • b: eftir brotsspark-kapping (after penalty shoot-out)
Viðmerkingar

Lið ið náddu topp fýra

LiðTitlarNummar tveyTriðjaplássFjórðaplássTopp 4
endapláss
Topp 3
endapláss
Topp 2
endapláss
 Brasil5 (1958, 1962, 1970, 1994, 2002)2 (1950*, 1998)2 (1938, 1978)2 (1974, 2014*)1197
 Týskland^4 (1954, 1974*, 1990, 2014)4 (1966, 1982, 1986, 2002)4 (1934, 1970, 2006*, 2010)1 (1958)13128
 Italia4 (1934*, 1938, 1982, 2006)2 (1970, 1994)1 (1990*)1 (1978)876
 Argentina2 (1978*, 1986)3 (1930, 1990, 2014)&
&
555
 Uruguei2 (1930*, 1950)&
&
3 (1954, 1970, 2010)522
 Frakland1 (1998*)1 (2006)2 (1958, 1986)1 (1982)542
 Ongland1 (1966*)&
&
1 (1990)211
 Spania1 (2010)&
&
1 (1950)211
 Niðurlond&
3 (1974, 1978, 2010)1 (2014)1 (1998)543
 Kekkoslovakia#&
2 (1934, 1962)&
&
222
 Ungarn&
2 (1938, 1954)&
&
222
 Svøríki&
1 (1958*)2 (1950, 1994)1 (1938)431
 Pólland&
&
2 (1974, 1982)&
22&
 Eysturríki&
&
1 (1954)1 (1934)21&
 Portugal&
&
1 (1966)1 (2006)21&
 USA&
&
1 (1930)&
11&
 Kili&
&
1 (1962*)&
11&
 Kroatia&
&
1 (1998)&
11&
 Turkaland&
&
1 (2002)&
11&
 Jugoslavia#&
&
&
2 (1930, 1962)2&
&
 Sovjetsamveldið#&
&
&
1 (1966)1&
&
 Belgia&
&
&
1 (1986)1&
&
 Bulgaria&
&
&
1 (1994)1&
&
 Korea Republic&
&
&
1 (2002*)1&
&
* = vertir
^ = inniheldur eisini úrslit umboðandi Vesturtýskland millum 1954 og 1990
# = lond ið síðan eru farin sundur í tvey ella fleiri sjálvstøðug lond.[3]

Bestu úrslit eftir heimsparti

Ferðir tilsamans at lið kvalifisera seg býtt upp eftir sambandi
AFCCAFCONCACAFCONMEBOLOFCUEFATilsamans
Lið323939804231425
Topp 16591331181140[4]
Topp 823532094136
Topp 41012205680
Topp 20001402640
1.000901120
2.000501520
3.001301620
4.100501420

HM-vinnarar eftir landi

HeimsmeistararÁr
 Brasil1958, 1962, 1970, 1994, 2002
 Italia1934*, 1938, 1982, 2006
 Týskland1954, 1974*, 1990, 2014
 Uruguei1930*, 1950
 Argentina1978*, 1986
 Ongland1966*
 Frakland1998*
 Spania2010
*Landið var vertstjóð hetta árið

Toppskjúttar

Miroslav Klose hevur gjørt flest mál í søguni hjá HM-endaspælinum.

Hesir hava skotið tey flestu málini til HM kappingar í fótbólti gjøgnum allar tíðir frá 1930 - 2014 (frá tíggju málum og fleiri):

MálMálskjútti
16 Miroslav Klose
15 Ronaldo
14 Gerd Müller
13 Just Fontaine
12 Pelé
11 Jürgen Klinsmann, Sándor Kocsis
10 Gabriel Batistuta, Teófilo Cubillas, Grzegorz Lato, Gary Lineker, Helmut Rahn, Thomas Müller

Hygg eisini at

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: