Alexis Tsipras

Alexis Tsipras (grikskt: Αλέξης Τσίπρας, føddur 28. juli 1974 í Aten) er grikskur politikari, sum hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi frá 2015 til 2019.

Alexis Tsipras í 2015.

Tsipras er útbúgvin byggiverkfrøðingur frá Tekniska Universitetinum í Aten.Hann hevur verið leiðari fyri sosialistiska flokkin Syriza síðan 2012 og hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi frá 26. januar 2015 til 8. juli 2019.[1] Síðan 2019 er hann leiðari hjá andstøðuni í grikska tjóðartinginum.

Eftirmaður hjá Alexis Tsipras sum forsætisráðharri í Grikkalandi gjørdist Kyriakos Mitsotakis.

Hygg eisini at

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar

🔥 Top keywords: