Christie's

Christie's er heimsins størsta vinnulívs- og listaauktiónshús. Auktiónshúsið var stovnað í 1776, og høvuðsæti tess er í London og New York City. Groupe Artémis eigur húsið.

Høvuðssæti Christie's í New York.

Kendar auktiónir

  • Christie's hevur selt listaverk og persónligar ognir hjá einum ótali av kendum fólkum. Har ímillum kunna nevnast: Pablo Picasso, Rembrandt, Diana Prinsessa, Leonardo da Vinci, Vincent van Gogh, Napoleon Bonaparte og Marilyn Monroe.
  • Í november 1999 varð ein hálsketa við 41 natúrligum perlum seld fyri 1.476.000 dollarar.
  • Í juni seldi Elton John 20 av bilum sínum hjá Christie's. Orsøkina til søluna segði hann vera, at hann ikki fekk tíð at koyra teir, tá hann ver so ofta uttanlands. Bilarnir, sum ímillum annað vóru av sløgnum Jaguar, Bentley, Ferrari og Rolls Royce, vórðu seldir fyri upp ímóti 2 milliónum sterlingspund.
  • Í 2006 varð ein einkul Imperial Qing Dynasty postalínsskál seld fyri 22.240.000 dollarar í Christie's í Hongkong.
  • 16. mai 2006 seldi Christie's eina Stradiavarius violin, ið kallaðist The Hammer, fyri 3.544.000 dollarar. Tá var tað tað mesta, ið eitt ljóðføri hevði verið selt fyri nakrantíð.
  • Í oktober 2006 seldi Christie's 1.000 ymiskar Star Trek vørur, ið vóru ogn hjá amerikanska sjónvarpsframleiðaranum CBS Paramount Television Studios. Eitt model av rúmdarskipinum Enterprise-D, ið var brúkt í Star Trek: The Next Generation og Star Trek Generations varð selt fyri næstan hálva millión dollarar.
  • Í desember 2006 varð tann svarti kjólin, ið Audrey Hepburn var ílatin í filminum Breakfast at Tiffany's, seldur fyri 467.200 sterlingspund.
  • 24. mai 2008 varð listaverkið Le Bassin Aux Nymphéas hjá Claude Monet selt fyri 80,4 milliónir dollarar, tað mesta eitt Monet listaverk hevur verið selt fyri nakrantíð.
  • 18. apríl 2012 varð silvurbikarið, ið maratonvinnaran til tær fyrstu nútíðar Olympisku leikirnar í Athen í 1896 vann, selt fyri 541.250 sterlingspund. Tað mesta, ið nakrantíð er givið fyri ein olympiskan savnslut.



Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: