Kolkata

Kolkata (bengalskt: কলকাতা ['kolkat̪a], fyrr: Calcutta) er høvuðsstaður í tí indiska stakríkinum Vesturbengal. Býurin liggur í útnyrðingspartinum av India á eystara áarbakka av Hugliánni.[8] Við forstøðum kemur fólkatalið upp á umleið 14 milliónir íbúgvar, ið ger býin til triðstørsta stórbýarøki í India, eftir Bombay og Delhi.

Kolkata
কলকাতা
Calcutta
Metropolis/Stórbýur
Við urinum frá toppinum: Victoria Memorial, St. Paul's Cathedral, handilsøkið í miðbýnum, Howrah Bridge, sporvognleiðin í býnum, Vidyasagar Brúgvin
Við urinum frá toppinum: Victoria Memorial, St. Paul's Cathedral, handilsøkið í miðbýnum, Howrah Bridge, sporvognleiðin í býnum, Vidyasagar Brúgvin

Kelinavn: City of Joy
Cultural Capital of India[1]

[2][3][4]
Kolkata liggur í West Bengal
Kolkata
Kolkata
Staðseting av Kolkata í Vestur Bengal
Coordinates: 22°34′22″N 88°21′50″E / 22.57278°N 88.36389°E / 22.57278; 88.36389 88°21′50″E / 22.57278°N 88.36389°E / 22.57278; 88.36389
Land India
StakríkiVestur Bengal
DivisionPresidency
DistriktKolkata[A]
Stjórn
 • SlagBorgarstjóra-býráð
 • EindKMC
 • BorgarstjóriSovan Chatterjee[5]
 • SjeriffurRanjit Mallik[6]
 • LøgreglustjóriSurajit Kar Purakayastha[7]
Øki
 • Metropolis/Stórbýur205 km2 (79,15 sq mi)
 • Stórbýarøki1.886,67 km2 (728,45 sq mi)
Hædd9 m (30 ft)
Fólkatal (2011)
 • Metropolis/Stórbýur4,496,694
 • Støða7.
 • Tættleiki24.429/km2 (Bad rounding here63,000/sq mi)
 • Stórbýur14.112.536
 • Metropolitan nr.3,
ÍbúgvanavnKolkatan
TíðasonaIST (UTC+05:30)
ZIP kota(ur)700 001 to 700 157
Økiskota+91-33
Akfar skrásetingWB 01 to WB 10, WB 19 to WB 22
UN/LOCODEIN CCU
Almenn málBengalskt og enskt
Heimasíðawww.kmcgov.in

Kolkata var høvuðsstaður í India undir Bretska India til 1911. Eftir at býurin tá var miðdepil fyri útbúgvingar, ídnað, vísind, mentan og politikk í India, er Kolkata í dag merkt av politiskum harðskapi, av ósemjum og búskaparligum hóttafalli síðan 1954. Síðan ár 2000 hevur búskaparlig endurnýggjan bjargað vøkstri av býnum. Eins og onnur stórbýarøki í India, so hevur Kolkata stórir trupulleikar við fátækradømi, dálking og ferðsluproppum. Flestu íbúgvar í býnum eru bengalar og tosa bengalskt.

Søga

Fort William, høvuðsstøðin hjá British East India Company

Fornfrøðiligir funnir lutir og granskan av Chandraketugarh, 35 km norðan fyri Kolkata, hava veitt prógv fyri at økið har ið býurin er bygdur, hevur verið bygt í meira enn tveytúsund ár.[9][10] Skrivaða søgan hjá Kolkata byrjaði í 1690, tá ið bretska East India Company búsettist har, og styrkti sína handilsligu støðu í Bengalinum. Job Charnock, ein fyrisitari, ið arbeiddi fyri fyritøkuna, varð fyrr sagdur at vera stovnarin av býnum;[11] Sum aftursvar uppá eina almenna undirskriftinnsavnan,[12] gjørdi hægstirættar dómsstólurin Calcutta High Court úrskurð í 2003, at býurin ikki hevur nakran stovnara.[13]

Í 1699 blivu bretar lidnir við at byggja Fort William, ið varð brúkt til at hýsa herdeildum teirra og var í heila tiki teirra støð í landslutinum. Kolkata gjørdst síðan høvuðsstaður í bengalska landslutinum. Orsakað av samanbrestum við franskar styrkir fóru bretar í 1756 at víðka um hernaðarligu støðina. Hetta førdi til mótmæl frá teimum lokalu íbúgvunum. Tá ið bretar ikki lótu við seg koma, leyp Nawabburin av Bengal Siraj-Ud-Daulah bretsku herdeildirnar og inntóku Fort William. Hetta førdi til Tað svarta holið í Kolkata, har í 123 av 146 bretskum fangum doyðu, sambært einum ið yvirlivdi. Ein herdeild frá Ostindiske kompani undir leiðslu av Robert Clive endurvann býin árið eftir.[14]

Kolkatta bleiv útnevndur til høvuðsstað fyri Bretska India í 1772.

Ítróttur

Eden Gardens

Fótbóltur er tann best dámda ítróttargreinin í býnum, og tí er býurin eisini ein av teimum týdningarmiklastu í India, tá talan er um fótbólt. Kolkata er heimstaður fyri indisk topp-fótbóltsfeløg sum East Bengal Club, Mohammedan Sporting Club og Mohun Bagan Athletic Club. Eins og í restini av India er krikket ein vælumtókt ítróttagrein, og hon verður leikt á opnum plássum og á gøtum um allan býin. Kendar ítróttastjørnur úr Kolkata eru t.d. fyrrverandi liðskiparin á indiska krikketlandsliðnum Sourav Ganguly og OL-bronsuvinnarin í tennis Leander Paes.

Kolkata er kent fyri teir stóru leikvøllirnir í býnum. Eden Gardens er eitt av tveimum krikketstadion í heiminum, ið hevur ein kapasitet á meira enn 100.000. Salt Lake Stadium er heimsins triðstørsta fótbóltsstadion. Netaji Indoor Stadium er eitt innandura stadion við air-kondition. Calcutta Cricket and Football Club er næstelsta krikettfelagið í heiminum. Kolkata hevur 3 golfvøllir við 18 holum, ið eru vøllirnir hjá Royal Calcutta Golf Club (fyrsta golffelagið í heiminum uttanfyri Stóra Bretland), Tollygunge Club og Fort William. Royal Calcutta Turf Club skipar fyri ríðikappingum og polo-dystum. Calcutta South Club leggur vøllir til bæði lands- og altjóða tenniskappingar, meðan Calcutta Rowing Club skipar fyri kappingum í rógving.

Keldur

🔥 Top keywords: