Liverpool F.C.

Liverpool Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag frá býnum Liverpool - millum manna verður liðið mangan bert kallað Liverpool.

Liverpool
The words "Liverpool Football Club" are in the centre of a pennant, with flames either side. The words "You'll Never Walk Alone" adorn the top of the emblem in a green design, "EST 1892" is at the bottom
Fult navnLiverpool Football Club
KelinavnThe Reds
Stutt navnLFC
Stovnað3 juni 1892; 131 ár síðan (1892-06-03)[1]
VøllurAnfield
Ground Kapasitetur53,394[2]
EigariFenway Sports Group
FormaðurTom Werner
VenjariJürgen Klopp
DeildPremier League
2022–23Premier League, 5. pláss
HeimasíðaHeimasíða
Heima litir
Úti litir
Triði búnin

Liðið leikar í Premier League og er næstmest vinnandi enska fótbóltsliðið.

Tilsamans hevur Liverpool FC vunnið bestu ensku fótbóltsdeildina 19 ferðir.[3]

Eisini hevur liðið hevur eina glitrandi søgu í evropeiskum høpi, har Liverpool eru vorðnir evropeiskir meistarar heilar 6 ferðir.[4] Bert Real Madrid, 13 ferðir, og AC Milan, 7 ferðir, hava vunnið meira í evropeiskum høpi enn Liverpool.

Í desember 2019 vann Liverpool HM-kappingina fyri lið í Katar og gjørdist sostatt fyri fyrstu ferð í søgu felagsins heimsmeistari fyri lið.[5][6]

Seint í juni 2020 vann Liverpool enska meistaraheitið fyri fyrstu ferð í 30 ár.[7][8]

Venjarin hjá Liverpool er Jürgen Klopp, sum tók við 8. oktober 2015.

Núverandi hópur

Dagført hin 1. september 2023[9]

Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Nr.PlássLeikari
1 Alisson Becker (4. liðskipari)
2 VeJoe Gomez
3 MiWataru Endō
4 VeVirgil van Dijk (liðskipari)
5 VeIbrahima Konaté
6 MiThiago Alcântara
7 ÁlLuis Díaz
8 MiDominik Szoboszlai
9 ÁlDarwin Núñez
10 MiAlexis Mac Allister
11 ÁlMohamed Salah
13 Adrián
17 MiCurtis Jones
18 ÁlCody Gakpo
Nr.PlássLeikari
19 MiHarvey Elliott
20 ÁlDiogo Jota
21 VeKostas Tsimikas
26 VeAndrew Robertson (3. liðskipari)
32 VeJoël Matip
38 MiRyan Gravenberch
43 MiStefan Bajcetic
45 Marcelo Pitaluga
50 ÁlBen Doak
62 Caoimhín Kelleher
66 VeTrent Alexander-Arnold (varaliðskipari)
78 VeJarell Quansah
84 VeConor Bradley

Keldur

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


🔥 Top keywords: