Norskt mál

Norskt mál er norðurlendskt mál og er talað í Noregi. Tað finnast tvey almenn norsk skriftmál: Bókmál (bokmål), sum stavar frá donskum, og nýnorskt (nynorsk), sum Ivar Aasen endurskapaði grundað á norskum málførum.[1]

Norskt
norsk
Tosað í:Noregi.
Tosandi íalt:uml. 5 000 000
Málætt:norskt nynorsk:

Indo-evropeiskt
 Germanskt
  Norðurgermanskt
   Vesturnorrønt
    Nýnorskt

norskt bókmál:
Indo-evropeiskt
 Germanskt
  Norðurgermanskt
   Eysturnorrønt
    Bókmál.

Málkotur
ISO 639-1:no, nb, nn
ISO 639-2:nor, nob, nno
ISO 639-3:nob, nno nor, nob, nno

.

Bókmál og nýnorskt eru kravdar lærugreinar í øllum fólkaskúlum og framhaldsskúlum í Noregi.

Hví bókmál og nýnorskt?

Orsøkin til, at tað í Noregi eru tvey málsnið, meðan tað er nóg mikið við bara einum málsniði í donskum og svenskum, er søgulig og politisk. Bókmál er søguliga sæð ein norskað útgáva av tí danska skriftmáli, sum varð brúkt í Noregi í tí tíðini, tá ið landið var í politiskum samveldi við Danmark (frá 1537 til 1814). Nýnorskt er harafturímóti eitt nýtt skriftmál, sum varð grundað uml. 1850 við støði í norskum bygdarmálum sum ein innlendskur valgmøguleiki til danskt.[2][3] Bókmál er tí ógvuliga líkt donskum - í skrift, ikki í framburði! - meðan nýnorskt hevur ávís drøg í felag við føroyskt og íslendskt.

Samanburður

BókmálNýnorsktFøroyskt
Gratulerer med dagenTil lukke/lykke med fødedagenTil lukku við føðingardegnum
De så seg omkringDei såg seg omkringTey hugdu seg um
De løp fra han/hamDei rann/sprang frå/ifrå hanTey runnu undan honum
Filmen begynner klokken 22.00Filmen byrjar klokka 22.00Filmurin byrjar klokkan 22.00
Hun/han bor/bur sammen med ossHo/han bur saman med ossHon/hann býr saman við okkum
Hun/han gjorde det for ossHo/han gjorde det for ossHon/hann gjørdi tað fyri okkum
Hun/han drar til Danmark i sommerHo/han fer til Danmark i sommar/sumarHon/hann fer til Danmarkar í summar
Hvordan går det? / Hvordan har du det?Korleis går/gjeng det? / Korleis har du det?Hvussu gongur? / Hvussu hevur tú tað?
Hvordan gjør jeg det?Korleis gjer eg det?Hvussu geri eg tað?
Vi var hosVi/Me var hjå/hosVit vóru inni hjá
Vi sees/sesVi/Me sest/sjåastVit síggjast
Jeg er trøtt/trettEg er trøyttEg eri troyttur1
Jeg er trøtt/trettEg er trøyttEg eri troytt2
Jeg er syk/sjukEg er sjukEg eri sjúkur1/sjúk2
Jeg er sultenEg er svolten (svolti2), svangEg eri svangur1/svong2
Jeg er tørstEg er tyrst/tørstEg eri tystur1/tyst2
Jeg har det braEg har det bra (Det går/gjeng godt)Tað gongur væl / eisini væl
Jeg har det ikke braEg har det ikkje bra (Det går/gjeng ikkje bra)Tað gongur illa
Jeg heterEg heiterEg eiti
Jeg er / du er / de erEg er / du er / dei erEg eri / tú ert / teir eru
Jeg elsker degEg elskar degEg elski teg
Jeg kommer fraEg kjem frå/ifråEg komi úr/av/frá
Jeg er fraEg er frå/ifråEg eri úr/av/frá
Jeg møtteEg møtteEg hitti
Jeg er oppvokstEg er oppvaksenEg eri uppvaksin
Hva heter du?Kva heiter du?Hvussu eita tygum?3/eitur tú?4
Hvor er du fra?Kvar/Kor er du frå/ifrå?Hvaðani ert tú?4
Hvor bor/bur du?Kvar/Kor bur du?Hvar býrt tú?
Hvor gammel/gammal er du?Kor gammal/gamal er du?Hvussu gamal1/gomul2 ert tú?
Jeg er tre år gammel/gammalEg er tre år gammal/gamalEg eri trý ár
Jeg skjønner ikkeEg skjønar/skjøner/skjønnar/skjønner ikkjeEg skilji ikki
Jeg vet/veit ikkeEg veit ikkjeEg veit ikki
Unnskyld megOrsak(a) megOrsaka meg

1 Kallkyn2 Kvennkyn3 Formligur4 Óformligur

Keldur

Sí eisini

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: