Bretsku Jómfrúoyggjar

Bretsku Jómfrúoyggjar (enskt: British Virgin Islands) er ein oyggjabólkur í Vesturkaribiska havinum, eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin hoyrir politiskt til Stóra Bretland. Oyggjabólkurin er samantalt 153 ferkilometrar, onkustaðni ímillum Sandoy og Suðuroy í stødd.

Tortola
Roadtown
Kort yvir Bretsku Jómfrúoyggjar.

Bretsku Jómfrúoyggjar er ein av trímum oyggjabólkunum, ið saman mynda Jómfrúoyggjar í Karibia.Hinir báðir oyggjabólkarnir eru Amerikonsku og Puertorikansku Jómfrúoyggjar. Allar hesar oyggjarnar eru partur av Smáu Antilloyggjum.

Bretsku Jómfrúoyggjar fevnir um fýra stórar oyggjar og 50 smáar oyggjar. Samlaða víddin hjá hesum oyggjunum er 153 km². Í 2018 búðu uml. 35.800 fólk á oyggjunum.[1]Høvuðsstaðurin eitur Road Town. Hann liggur miðskeiðis í størstu oynni, Tortola.

Størstu oyggjar

#Oyggj Bretsku JómfrúoyggjarStødd (km2)Stødd (sq mi)Fólkatal (2010)
1Tortola55.7 km²21.5 sq mi23,908
2Anegada38 km²15 sq mi200
3Virgin Gorda21 km²8 sq mi3,000
4Jost Van Dyke8 km²3 sq mi297

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

64°30′00″W / 18.50000°N 64.50000°W / 18.50000; -64.50000

Keldur

🔥 Top keywords: