Dubai

Dubai (/dˈb/; Arabiskt: دبي Dubayy, Gulf-úttala: [dʊˈbɑj]) er tann fólkaríkasti býurin í Sameindu Emirríkjunum á Arabisku hálvoynni.[4] Býurin liggur á landsynningsstrondini við Persiska flógvan og er eitt av teimum 7 emiratunum í landinum. Abu Dhabi og Dubai eru tey einastu emiratini, ið hava vetarætt móti týdningarmiklum málum í tjóðartinginum.[5] Býurin Dubai liggur á norðaru strondini og er tann ovasti parturin av Dubai-Sharjah-Ajman stórbýarøkinum. Dubai hevur mark móti emiratið Abu Dhabi í vestri og suðri, emiratið Sharjah í landnyrðingi og móti Oman í landsynningi. Emiratið Dubai fevnir um 3 900 km² og hevur umleið 1,6 milliónir íbúgvar (2008), harav tey allarflestu - umleið 1,4 milliónir – búgva í býnum Dubai. Umleið 3/4 av íbúgvunum eru menn, tað er orsakað av tí stóra talinum av útlendskum arbeiðsmonnum í býnum. Dubai hevur ikki so strangar lógir viðvíkjandi vesturlendskum livimáta enn hini emirríkini, t.d. er tað søla av rúsdrekka loyvd á hotellunum og í rúsdrekkahandlum.

Dubai
دبي
Metropolis
Dubai
Staðseting av Dubai í Sameindu Emirríkjunum
Staðseting av Dubai í Sameindu Emirríkjunum
Coordinates: 24°57′N 55°20′E / 24.950°N 55.333°E / 24.950; 55.333 55°20′E / 24.950°N 55.333°E / 24.950; 55.333
Býur Sameindu Emirríkini
EmiratDubai Dubai
Stovnað avUbaid bin Saeed and Maktum bin Butti Al Maktoum
SætiDubai
Subdivisions
Stjórn
 • SlagConstitutional monarchy[1]
 • EmirMohammed bin Rashid Al Maktoum
 • KrúnprinsurHamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum
Øki[2]
 • Tilsamans4.114 km2 (Bad rounding here1,600 sq mi)
Fólkatal (1. januar 2013)
 • Tilsamans2.106.177
TíðasonaUAE Standard Time (UTC+4)
GDPUS$ 82,9 milliard, PPP[3]
GDP per íbúgvaUS$ 24,866,PPP[3]
HeimasíðaDubai Emiratið
Dubai Kommuna
Dubai Ferðavinna

Dubai verður vertur fyri World Expo 2020.[6]

Emirar av Dubai

miniatyr|höger|150px|Einfaldgjørt famijutræ yvir emirar og dato.Dubai hevur verið stýrt av Al Maktoum-dynastiinum síðan 1833. Núverandi regentur í emiratinum (síðan 2006)er Mohammed bin Rashid Al Maktoum, ið eisini er forsætisráðharri og varaforseti av Sameindu Emirríkjunum.

  • Sjeik Bati ibn Suhayl, (1906–1912)
  • Sjeik Said ibn Maktum, (1912–1929)
  • Sjeik Mani ibn Rashid, (1929)
  • Sjeik Said ibn Maktum, (1929–1958)
  • Sjeik Rashid bin Said Al Maktoum, (1958–1990)
  • Sjeik Maktoum bin Rashid Al Maktoum, (1990–2006)
  • Sjeik Mohammed bin Rashid Al Maktoum, (2006–)

Veðurlag

Dubai og Sameindu Emirríkini hava oyðimarkarveðurlag við einum longum turrum tíðarskeiði summarhálvuna. Avfallsmongdin er sera lítil og kemur serliga í januar, februar og mars[7]; tað regnar ikki í apríl—november. Hvørt ár regnar tað umleið 100 millimetrar.

JanFebMarAprMaiJunJulAugSepOktNovDes
 Hægsti miðalhiti222326313637393937333025
 Lægsti miðalhiti141517202426293027231916
 Avfall11181200000000,218
  JanFebMarAprMajJunJulAugSepOktNovDec
  
Vatnhitin(°C)212121252931323231302723
Sóltímar(tím./dag)8991011121111101098
[8]

Samferðsla

Dubai hevur eitt vælútbygt buss-net við 69 leiðum, ið fluttu yvir 90 milliónir ferðafólk í 2006. Veg- og flutningsmyndugleikin (RTA) váttaði í 2006 at 620 nýggir bussar afturat vóru bílagdir til flotan ið frammanundan hevði 170 dupultdekkbussarnir.[9] Ein vælskipað hýruvognsskipan er eisini í Dubai.

Dubai hevur eisini undirgrundartok, Dubai Metro, har ið metti kostnaðurin er umleið 3,89 milliardir dollarar. Metroin læt lutvíst upp 9. september 2009 og varð liðugt í 2012. Metroin hevur tvær leiðir: "grøna leiðin" frá Rashidiya til miðbýin, og "reyða leiðin" frá flogvøllinum til Jebel Ali. Hesar báðar leiðir hava tilsamans 70 kilometrar spor og 43 støðir, 33 yvir og tíggju undir jørðini. [10]

Keldur

🔥 Top keywords: