Rumenskt mál

Rumenskt er eitt romanskt mál, ið verður tosað í Rumenia, Moldova og spjatt í ymiskum londum á Balkan.Rumenskt er alment mál í Rumenia.

Bendingarlæra

Navnorð og lýsingarorð

Rumenskt er í summum førum meira konservativt enn tey vestligu romansku málini. Málið hevur varðveitt eina skipan við føllum, soleiðis at navnorð og lýsingarorð bendast í trisum føllum: hvørfall/hvønnfall (nominativ/akkusativ), hvørjumfall/hvørsfall (dativ/genitiv) og tiltalufall (vokativ):

băiat "drongur"fată "genta"
óbundiðbundiðóbundiðbundið
Eintalhvørf./hvønnf.băiatbăiatulfatăfata
hvørjumf./hvørsf.unui băiatbăiatuluiunei fetefetei
tiltaluf.băiatulefată/-a/-o
Fleirt.hvørf./hvønnf.băieţibăieţiifetefetele
hvørjumf./hvørsf.unor băieţibăieţilorunor fetefetelor

Sum tað sæst, so hevur rumenskt eitt eftirhongt bundið kenniorð, mótsatt hinum rumensku málunum, men eins og í norðurlendskum, (drongin, gentan). Tað bundna kenniorðið kemur eins og í hinum romansku málunum av tí latínska ávísingarfornavninum (demonstrative pronomen) ille "hasin har", t.d. homo ille > rumenskt omul / ille homo > franskt l’homme "maðurin".

Ávisingar úteftir


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: