Kasakstan

Қазақстан Республикасы
Flagg Lýðveldið Kasakstan
(Flagg Lýðveldið Kasakstan)
Skjaldarmerki Lýðveldið Kasakstan
(Skjaldarmerki Lýðveldið Kasakstan)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Менің Қазақстаным
Alment málkasakiskt og russiskt
HøvuðsstaðurAstana
ForsetiKassym-Jomart Tokayev
ForsætisráðharriÄlihan Smaiylov
Fullveldi16. desember 1991 (frá Sovjetsamveldinum)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2.724.900 km²
1,7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
20.000.000
7/km²
GjaldoyraTenge (KZT)
TíðarøkiUTC +5 til +6
Økisnavn á alnetinum.kz
Telefonkota+7

Kasakstan ella Kasakhstan er eitt lýðveldi í Asia. Landið var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum til desember 1991. Har búgva umleið 20 milliónir. Harav eru 63 % kasakstanar, 23,7 % russar, 2,9 % uzbekar, 2,1 % ukrainar, 1,4 % uyghurar, 1,3 % tatarar, 1,1 % týskarar, 4,5 % onnur fólkasløg. Millum annað komu fleiri jødar til Kasakstan undir øðrum heimsbardaga. Landið er níggjundastørsta landið í heiminum við eini vídd á 2 724 900 km2, hvar 1,7 % er vatn. Størsti býurin eitur Almaty, har búgva 1,3 miljónir. Almaty varð høvuðsstaður til 1997. Býurin er kendur fyri sínar flottu bygningar. Høvuðsstaðurin í Kasakstan eitur Astana, hann gjørdist høvuðsstaður í 1997.Grannatjóðirnar hjá Kasakstan eru: Russland, Kina, Kirgisia (Kyrgyzstan), Usbekistan og Turkmenistan. Harumframt liggur landið við Kaspiska Havið.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: