Hveiti

Hveiti er eitt kornslag. Tvey høvuðssløg eru, summar- og vetrarhveiti. Vetrarhveiti verður sádd um heystið, summarhveiti um várið. Vetrarhveitin kastar mest av sær, men tá ið vetrarnir eru alt ov kaldir, kann sákornið misfarast av frosti. Tí er tað vandin fyri baldrutum vetrum, ið ger av, hvat slagið ið velt verður. Hveiti veksur allastaðni, har hitin heitasta mánaðin kemur upp á 17 til 18 ºC, og har í minsta lagi 30 cm av avfalli koma niður í vakstrartíðini. Men mesti parturin av allari hveiti verður veltur í tempraðum og subtropiskum øki millum 30º og 50º á norðaru jarðarhálvu, og millum 30º og 40º á sunnaru. Inni í landinum í USA, t.d. í Nebraska og Oklahoma, eru akrar so langt eygað sær. Mest verður dyrkað av hveiti. Landbúnaðurin er sera framkomin. Henda ovurhonds nógva grøðin verður mest dyrkað á teimum víðu fløtunum í Miðvestri, millum ánna Mississippi og Klettafjøll. Í nógv túsund ár eru fræ úr teimum bestu plantunum vald burturúr. Í USA er komið fram til serligt hveitislag, sum stendur ímóti bæði soppum og skordýrum, og eisini fruktar væl.

Inni í USA eru akrar so langt eygað sær. Hendan myndin er tikin í Palouse í Idaho.

Á fløtunum í USA, Ukraina, Argentina, Kina, Russlandi og Australia verður velt ekstensivt við stórum maskinum og lítlari arbeiðsorku. Vanliga er tað so har, at hveiti verður velt á sama stað ár undan ári. Í tættari bygdum økjum í Pakistan, Eysturevropa, India og Kina verður hveitin dyrkað intensivt. Tá verður nógv arbeiðsorka løgd í smærri markir og í skiftisvelting við annan gróður, t.e. at skift verður millum hviti og ymiskan annan vøkstur. Á tann hátt verða evnini í jørðini nýtt betur, og vandin fyri sjúkum minkar.

Myndir

Framleiðslulond

Framleiðsla
(mió. tons)
#Land200920102011201220142016
1 Fólkalýðveldið Kina115115117126126132
2 India808086959693
3 Russland614156386073
4 Sameindu Statirnir Í Amerika606054625563
5 Kanada262325272930
6 Frakland384038403929
7 Pakistan242325242626
8 Ukraina201622162426
9 Týskland252422222824
10 Avstralia212227302522
11 Turkaland201921201921
12 Argentina91514111419
13 Kasakstan17922131315
14 Stóra Bretland141415131714
15 Iran131313141111
Heimurin686651704675734749
Kelda: Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða [1][2]

Kelduávísingar

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: