Ballon d'Or

Ballon d'Or (Tann Gylti Bólturin) og ofta nevndur sum Ársins evropeiski fótbóltsleikari, var ein árligur fótbóltsvirðisløn, sum varð latin til tann leikaran ið fekk flestar atkvøður um at hava verið besti fótbóltsleikarin í einum kalendaraári. Tað var ábyrgdarblaðstjórin á France Football, Gabriel Hanot, ið fann uppá henda prísin, tá hann bað sínar starvsfelagar um at atkvøða fyri tí besta fótbóltsleikaranum í Evropa í 1956. Fyrsti vinnarin gjørdist Stanley Matthews frá FC Blackpool. Virðislønin varð latin frá 1956 til 2009.

Ballon d'Or frá ár 2000, sum Figo vann

Upprunaliga kundu ítróttajournalistarnir bert geva sínar atkvøður til evropeiskir leikarar, sum spældu í evropeiskum feløgum, sum eisini hevði tað avleiðing, at leikarar sum Diego Maradona (sum spældi fótbólt í einum evropeiskum felag, men ikki var evropeari) og Pelé (ið hvørki spældi í ella var úr Evropa) ikki kundi vinna heiðurslønina. Ein broyting í reglunum í 1995, førdi til at ikki-evropeiskir leikarar, fingu møguleika at vinna heiðurin, um teir spældu við einum evropeiskum felag. Tann fyrsti ikki-evropeiski leikarin, ið vann virðislønina var George Weah úr Liberia, ið spældi við A.C. Milan tað árið. Í 2007 fingu allir leikarar í heiminum møguleika at vinna virðislønina, og talið av journalistum ið høvdu atkvøðurætt vaks eisini; 96 journalistar úr øllum heiminum valdu teirra topp-5 leikarar, í mun til árið fyri, tá ið 52 evropeiskir journalistar atkvøddu.

Tríggir leikarar hava vunnið virðislønina tríggjar ferðir: Johan Cruyff, Michel Platini og Marco van Basten. Platini er tann einasti leikarin, ið hevur vunnið virðislønina trý ár á rað, tá hann vann prísin frá 1983 til 1985. Ronaldo gjørdist í 1997 tann fyrsti brasilski leikarin, ið vann prísin, eftir at ikki-evropeiskir leikarar fingu høvi til at vinna.

Við sjey í part eru tað týskir og niðurlendskir leikarar, ið hava vunnið gullbóltin hjá franska tíðarritinum flestar ferðir. Tey italsku feløgini Juventus og Milan hava vunnið flest heitið; seks leikarar hava vunnið 8 virðislønir, meðan teir hava spælt við hesi feløg. Tann síðsti ið vann gullbóltin var Lionel Messi, hann var tann triði argentinarin, ið vann heiðurin, men tann fyrsti argentinski statsborgarin.

Í 2010 vóru Ballon d'Or FIFA World Player of the Year hjá monnunum sligin saman til eina virðisløn, og heimsins besti mannligi fótbóltsleikarin hevur síðan vunnið FIFA Ballon d'Or hvørt ár. UEFA upprættaði í 2011 UEFA Ársins leikari í Evropa-virðislønina.

Listi yvir virðirslønamóttakarar

Alfredo Di Stéfano (vinnari 1957 og 1959)
Gerd Müller (vinnari 1970)
Johan Cruyff (vinnari 1971, 1973 og 1974)
Franz Beckenbauer (vinnari 1972 og 1976)
Kevin Keegan (vinnari 1978 og 1979)
Karl-Heinz Rummenigge (vinnari 1980 og 1981)
Michel Platini (Vinnari 1983–1985)
Marco van Basten (vinnari 1988, 1989 og 1992)
Ronaldo (vinnari 1997 og 2002) var í 1997 tann yngsti vinnarin
  • Ár: Árið, ið leikarin varð heiðraður
  • Navn: Navnið á fótbóltsleikaranum
  • Tjóðskapur: Tjóðskapurin hjá vinnandi leikaranum
  • Felag: Felagið, har tann heiðraði leikarin var aktivur. Tá ein leikari hevur spælt fyri fleiri feløg, verður tað fyrsta felagið nevnt.
  • Annaðpláss og Triðjapláss: Leikarar, ið vóru á øðrum og triðjaplássi.
  • Grøn markering: Grøn markering vísir, at leikarin sama árið varð kosin FIFA World Player of the Year, hesin heiðurin varð latin árini 1991 til 2009.
ÁrNavnTjóðskapurFelagAnnaðplássTriðjapláss
1956Stanley Matthews  OnglandFC Blackpool Alfredo Di Stéfano Raymond Kopa
1957Alfredo Di Stéfano  SpaniaReal Madrid Billy Wright Duncan Edwards
Raymond Kopa
1958Raymond Kopa  FraklandReal Madrid Helmut Rahn Just Fontaine
1959Alfredo Di Stéfano  SpaniaReal Madrid Raymond Kopa John Charles
1960Luis Suárez Miramontes  SpaniaFC Barcelona Ferenc Puskás Uwe Seeler
1961Omar Sívori  ItaliaJuventus F.C. Luis Suárez Johnny Haynes
1962Josef Masopust KekkoslovakiaDukla Prag Eusébio Karl-Heinz Schnellinger
1963Lew Jaschin SovjetsamveldiðDynamo Moskau Gianni Rivera Jimmy Greaves
1964Denis Law  SkotlandManchester United Luis Suárez Amancio Amaro Varela
1965Eusébio  PortugalBenfica Lissabon Giacinto Facchetti Luis Suárez
1966Bobby Charlton  OnglandManchester United  Portugal Eusébio Franz Beckenbauer
1967Flórián Albert  UngarnFerencváros Budapest Bobby Charlton Jimmy Johnstone
1968George Best  NorðurírlandManchester United Bobby Charlton Dragan Džajić
1969Gianni Rivera  ItaliaAC Mailand Luigi Riva Gerd Müller
1970Gerd Müller  TýsklandFC Bayern München Bobby Moore Luigi Riva
1971Johan Cruyff  NiðurlondAjax Amsterdam Sandro Mazzola George Best
1972Franz Beckenbauer  TýsklandFC Bayern München Gerd Müller og
Günter Netzer
1973Johan Cruyff  NiðurlondAjax Amsterdam
FC Barcelona
Dino Zoff Gerd Müller
1974Johan Cruyff  NiðurlondFC Barcelona Franz Beckenbauer Kazimierz Deyna
1975Oleg Blokhin SovjetsamveldiðDynamo Kiew Franz Beckenbauer Johan Cruyff
1976Franz Beckenbauer  TýsklandFC Bayern München Rob Rensenbrink Ivo Viktor
1977Allan Simonsen  DanmarkBorussia Mönchengladbach Kevin Keegan Michel Platini
1978Kevin Keegan  OnglandHamburger SV Hans Krankl Rob Rensenbrink
1979Kevin Keegan  OnglandHamburger SV Karl-Heinz Rummenigge Ruud Krol
1980Karl-Heinz Rummenigge  TýsklandFC Bayern München Bernd Schuster Michel Platini
1981Karl-Heinz Rummenigge  TýsklandFC Bayern München Paul Breitner Bernd Schuster
1982Paolo Rossi  ItaliaJuventus F.C. Alain Giresse Zbigniew Boniek
1983Michel Platini  FraklandJuventus F.C. Kenny Dalglish Allan Simonsen
1984Michel Platini  FraklandJuventus F.C. Jean Tigana Preben Elkjær Larsen
1985Michel Platini  FraklandJuventus F.C. Preben Elkjær Larsen Bernd Schuster
1986Igor Belanow

Sovjetsamveldið

Dynamo Kiew Gary Lineker Emilio Butragueño
1987Ruud Gullit  NiðurlondPSV Eindhoven
AC Mailand
Paulo Futre Emilio Butragueño
1988Marco van Basten  NiðurlondAC Mailand Ruud Gullit Frank Rijkaard
1989Marco van Basten  NiðurlondAC Mailand Franco Baresi Frank Rijkaard
1990Lothar Matthäus  TýsklandInter Mailand Salvatore Schillaci Andreas Brehme
1991Jean-Pierre Papin  FraklandOlympique Marseille Lothar Matthäus
Darko Pančev og
Dejan Savićević
1992Marco van Basten  NiðurlondAC Mailand Christo Stoitschkow Dennis Bergkamp
1993Roberto Baggio  ItaliaJuventus F.C. Dennis Bergkamp Éric Cantona
1994Christo Stoitschkow  BulgariaFC Barcelona Roberto Baggio Paolo Maldini
1995George Weah  LiberiaParis St. Germain
AC Mailand
Jürgen Klinsmann Jari Litmanen
1996Matthias Sammer  TýsklandBorussia Dortmund Ronaldo Alan Shearer
1997Ronaldo  BrasilFC Barcelona
Inter Mailand
Predrag Mijatović Zinédine Zidane
1998Zinédine Zidane  FraklandJuventus F.C. Davor Šuker Ronaldo
1999Rivaldo  BrasilFC Barcelona David Beckham Andrij Schewtschenko
2000Luís Figo  PortugalFC Barcelona
Real Madrid
Zinédine Zidane Andrij Schewtschenko
2001Michael Owen  OnglandFC Liverpool Raúl González Blanco Oliver Kahn
2002Ronaldo  BrasilInter Mailand
Real Madrid
Roberto Carlos da Silva Oliver Kahn
2003Pavel Nedvěd  KekkoslovakiaJuventus Turin Thierry Henry Paolo Maldini
2004Andrij Schewtschenko  UkrainaAC Mailand Deco Ronaldinho
2005Ronaldinho  BrasilFC Barcelona Frank Lampard Steven Gerrard
2006Fabio Cannavaro  ItaliaJuventus F.C.
Real Madrid
Gianluigi Buffon Thierry Henry
2007Kaká  BrasilAC Mailand Cristiano Ronaldo Lionel Messi
2008Cristiano Ronaldo  PortugalManchester United Lionel Messi Fernando Torres
2009Lionel Messi  ArgentinaFC Barcelona Cristiano Ronaldo Xavi
Síðan 2010 er heimsins besti spælari kosin við FIFA Ballon d’Or.

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: