Islamiskur Statur


Islamski Staturin stytt IS, ISIS ella ISIL (Arabiskt: الدولة الإسلامية ad-Dawla al-Islamiyya (fi al-Iraq wa al-Sham) (Daesh) er ein sunniislamistisk rørsla, av fleiri londum skýrdur sum yvirgangsfelagsskapur, ið fyrst og fremst er virkin í Irak og Sýria. IS hevur í 2014 stovnað eitt kalifat, eitt Islamskt ríki, í pørtum av Sýria og Irak. Felagsskapurin hevur síðani november 2014 eisini fingið fótafesti í Libya og hevur spakuliga voksið seg fram í landinum, meðan Vesturheimurin, við USA á odda, hevur bumbað stríðsfólkini hjá IS í Sýria og Irak. IS virðir ikki fornaldar virðir og setti í mars 2015 í verk oyðileggingar av fornaldarøkinum Nimrud. IS er eisini kent fyri at burturføra vesturlendingar og hevur hótt við at myrða fólkini. Tá ið teirra krøv ikki verða eftirlíkaði, so avrætta teir hesi fólk, og tað gera teir t.d. við at hálshøggja tey fyri opnum skermi, meðan teir sjálvir hava masku fyri andlitið, so teir ikki skulu kennast aftur. ISIS hevur hertikið eitt øki á stødd við Bretland í Sýria og Irak. IS verður mett sum vandamiklasti yvirgangsfelagsskapur í heiminum í 2015 og framdi tað størsta yvirgangsálopið í París í nýggjari tíð. Leiðarin í felagsskapinum, Abu Bakr al-Baghdadi hevur útnevnt seg sjálvan til kalif, ið er heiti á einum eftirmanni Muhammeds sum oddamaður í muslimska heiminum. IS hevur sett í verk sharia-lógir í teimum økjum, har felagsskapurin hevur valdið. Felagsskapurin er illa umtóktur av mongum kring heimin fyri víðgongda harðskapin, eitt nú hevur IS krossfest fangar, hálshøgt teir og framt fleiri hópdráp á sivilfólk. IS hevur eisini tikið uppaftur trælahald í sínum økjum.[28]

Islamiskur Statur

الدولة الإسلامية في العراق والشام
ad-Dawlah al-Islāmiyah fī 'l-ʿIrāq wa-sh-Shām

Luttakari í Borgarakríggið í Sýria, Iraq War (2003–2011), Irakiskur uppreistur, Irakkríggið (2014–nú), Annað libiska borgarakríggið, Boko Haram-uppreisturin, Kríggið í útnyrðingspartinum av Pakistan, Kríggið í Afganistan, Borgarakríggið í Jemen, og aðrir bardagar


Høvuðsmál hjá Operation Inherent Resolve og hjá Krígnum ímóti IS: í Sýria, Irak, Libya, og Nigeria.
Svart standardflagg
Aktivur

1999–nú

  • Fór uppí al-Qaeda: Oktober 2004
  • Útnevning av einum Islamiskum stati í Irak: 13. oktober 2006
  • Gjørdi krav uppá øki í Levantlondunum: 8. apríl 2013
  • Tóku seg úr al-Qaeda:[1][2] 3. februar 2014[3]
  • Yvirlýsing av kalifati: 29. juni 2014
  • Gjørdu krav uppá øki í: Libya, Egyptalandi, Algeria, Saudi Arabia, Jemen: 13. november 2014
    • Afganistan, Pakistan og pørtum av India: 29. januar 2015[4]
    • Nigeria: 12. mars 2015[5][6]
    • Norðurkaukasus: 23. juni 2015[7]
Ideologi
  • Salafisma[8][9][10]
  • Salafi jihadisma[10][11]
  • Wahhabisma[11][12]
  • Leiðarar
  • Leiðari: Abu Bakr al-Baghdadi,[13]
  • Varaleiðari í Sýria: Abu Ali al-Anbari [14][15]
  • Varaleiðari í Irak: Abu Fatima al-Jaheishi[16]
  • Hernaðarligur ovasti: Abu Suleiman al-Naser,[17][18]
  • Ovasti leiðari fyri Shura Ráðið: Abu Arkan al-Ameri,[19]
  • Hægsti talsmaður: Abu Mohammad al-Adnani,[17][20][21]
  • Ovasti fyri Sýrisku hernaðarligum tiltøkum: Abu Omar al-Shishani [17][22][23]
  • HøvuðsstøðirAl-Raqqah, Sýria
    (de facto høvuðsstaður)
    Hersett øki
    Hernaðaliga støðan pr. 29. juni 2016 í Irakisku, Sýrisku og libanesisku bardøgunum.
      Stýrt av Irakisku stjórnini
      Stýrt av Sýrisku stjórnini
      Stýrt av IS
      Stýrt av Irak-Kurdistan herdeildum
      Stýrt av Sýria-Kurdistan herdeildum
      Stýrt av Sýriskum uppreistrardeildum
      Stýrt av Jabhat al-Nusra
      Stýrt av Hezbollah
    Note: Irak og Sýria innihalda stór oyðin øki har fá fólk búgva. These areas are mapped as under the control of forces holding roads and towns within them.
    Kort yvir Sýriska borgarakríggið
    Kort yvir Irakiska uppreisturin
    Kort yvir Libanesiska uppreisturin
    Kort yvir Borgarakríggið í Lybia
    Kort yvir Nigeriska uppreisturin
    Kort yvir Sinai uppreisturin
    Kort yvir Borgarakríggið í Jemen
    Kort yvir Taliban uppreisturin
    StyrkiInni í Sýria og Irak
    250 000[24] (Kurdist uppáhald)
    100 000[25] (Jihadist uppáhald)
    20 000–31 000[26] (CIA meting)
    Uttanfyri Sýria og Irak
    32 600–57 900 (Sí en:Military activity of ISIL á ensku Wikipediu fyri meira nágreiniligar metingar.)
    Samlað meting
    52.600–307.900
    KyknaðiJamāʻat al-Tawḥīd wa-al-Jihād (1999)[27]

    Samgongan ímóti IS, sum er undir leiðslu av USA, framdi í august og september í 2014 fleiri bumbuálop móti Islamskum Stati. Danmark luttók við sjey stríðsflogførum í krígnum ímóti bólkinum í Irak. Í oktober 2015 framdi Russland bumbuálop einsamalt í Sýria sum formelt eisini er vent ímóti IS. Higartil hava hesi álop tó ikki verið vend bara ímóti IS men eisini ímóti teimum meira moderatu uppreistrarbólkunum, ið stríðast ímóti forsetanum í Sýria.

    Keldur

    Wikimedia Commons logo
    Sí miðlasavnið
    🔥 Top keywords: