Yvirgangsálopini í Brussel í mars 2016

Hin 22. mars 2016 brustu tríggjar bumbur í Brussel, Belgia: tvær brustu í Brussel Floghavn umleið klokkan 8 lokala tíð og ein í Maelbeek metrostøð ein góðan tíma seinni, klokkan 9.11. Í minsta lagi 31 fólk vórðu dripin og í minsta lagi 300 vórðu særd.[6] Ein triðja bumba, ið ikki var brostin, varð funnin sama dag í floghavnini. Álopini hendu fýra dagar eftir, at Salah Abdeslam, ið varð eftirlýstur fyri at vera við til at fremja hópdrápini í París í 2015, varð handtikin av løgregluni í Brussel. Sonevndi Islamiskur Statur hevur tikið ábyrgdina fyri bumbuspeingingunum. Ein føroyingur var millum tey særdu, talan er um studentaskúlalæraran Sólfinn Hansen, ið starvast á Miðnám á Kambsdali. Hann varð staddur í metroini, tá ið ein bumba brast har. Hann fekk skaða í høvdið men ikki so álvarsligan varð upplýst úr Brussel.[7]

Yvirgangsálopini í Brussel í mars 2016
Kort ið vísir bumbingarnar í mun til hvørja aðra
(1) 08:00 : Forhøll B í Brussels Airport
(2) 09:11 : Brussels Maalbeek metro station
StaðurBrussel Floghavn og Maelbeek Metrostøð, Brussel, Belgia
Koordinatar

Fyrri bumbubrestur í floghavnini:
50°53′52″N 4°29′00″E / 50.8977754°N 4.4833392°E / 50.8977754; 4.4833392 (Fyrri bumbubrestur í floghavnini)[1]
Seinni bumbubrestur í floghavnini:
50°53′53″N 4°28′59″E / 50.8980663°N 4.4831139°E / 50.8980663; 4.4831139 (Seinni bumbubrestur í floghavnini)[1]
Bumbing á Maelbeek metro-støðini:

50°50′38″N 4°22′37″E / 50.8438166°N 4.3769521°E / 50.8438166; 4.3769521 (Bumbuspreinging á Maelbeek metro-støðini)[1]
Dato22. mars 2016
uml. 08:00–09:11 (UTC+1)
MálSivil fólk, ferðslumiðdeplar
Slag av álopi
Sjálvmorðsálop, bumbing, hópdráp
VápnTATP sprongievni
Deyð35[2]
Ikki-deyðiliga særd
316 (62 álvarsliga)
Brotsfólk

Flogvøllur:

  • Ibrahim el-Bakraoui
  • Najim Laachraoui
  • Ókendur maður[3]

Metro-støð:

  • Khalid el-Bakraoui
  • Ókendur maður[4]
ÁlopsfólkIslamiskur Statur[5]
Tal av luttakarum
5

Bumbuspreingingarnar

Brussel Floghavn

Tað vóru tvær bumbuspreingingar í altjóða fráfaringarhøllini í Brussel Floghavnini, Zaventem, stutt eftir 08:00 lokala tíð;[8] onnur nærindis kekk-inn borðini hjá American Airlines og Brussels Airlines, og hin nærindis eina Starbucks kaffistovu.[9] Spreingingarnar knústu vindeyguni og stjórur skaði hendi inni í bygninginum.[9][10]

Sagt varð, at skot vóru skotin og at onkur hevði rópt á arabiskum, áðrenn spreinginarnar fóru fram.[9][11] Ein ið starvaðist í floghavnini segði, at hann "hoyrdi onkran rópa á arabiskum, áðrenn spreingingarnar".[12][13] Ein AK-47 rifla og ein triðja bumba vóru funnin í einari rannsakan í floghavnini eftir bumbubrestirnir. Bumban varð seinni oyðiløgd av myndugleikunum. Føderali ákærin í Belgia váttaði, at bumbuspreinginar við naglum vórðu framdar av sjálvmorðsbumbumonnum.[9]

Eftir álopini varð floghavnin stong, og allar fráferðir og tokferðsla til floghavnina varð avlýst.[14][15]

Maelbeek metrostøð

Jarnbreytarpallurin á Maelbeek metrostøðini.

Ein góðan tíma eftir bumbuspreingingarnar í floghavnini, brast ein bumba í einum toki, ið koyrdi millum Maelbeek og Schuman metrostøðirnar nærindis Europa-Parlamentið klokkan 09:11 lokal tíð[16] mitt í Brússel.[17][18] STIB avlýsti alla almenna ferðslu í Brússel.[19][9] Í minsta lagi 20 fólk vóru dripin.[9] 126 fólk vórðu særd, harav 17 álvarsliga.[20] Ein danskur ríkisborgari, ið er føroyingur, var ímillum tey særdu. Talan er um 38-ára gamla studentaskúlalæraran og klaksvíkingin Sólfinn Hansen. Hann varð staddur í metroini, tá ið bumbuspreinginin fór fram og fekk skaða í høvdið. Føroyska sendikvinnan Kate Sandersson hevði verið í samband við eina sjúkrasystir ið var um hann, og hon segði at hann hevði tað gott eftir umstøðunum. Sjálv slapp Kate ikki inn á sjúkrahúsið at vitja hann av trygdarávum.[21] Boðað var frá, at hann var ikki í lívsvanda.[22] Sjónvarpið hjá Kringvarpinum tosaði við bróðir Sólfinn, ið eftir ætlan eisini skuldi havt verið við Sólfinni í Brússel, men settist aftur. Hann segði at tað hevði verið ein sera langur dagur fyri familjuna og at tey ikki vistu meira enn fjølmiðlarnir gjørdu.[23] Dagin eftir var Sólfinn útskrivaður frá sjúkrahúsinum og fekk av læknunm loyvi til at ferðast.[24]

Offur

31 sivilir persónar vórðu dripnir undir bumbuálopunum. 300 onnur vórðu særd, harav vórðu 61 álvarsliga særd.[25] Tíggju doyðu í Brussel Floghavn (13 um gerningsmenninir verða taldir við), meðan 20 doyðu í metrostøðini (umframt 1 yvirgangsmaður).[26] 81 onnur vórðu særd í floghavnini, meðan restin av teimum umleið 200 vórðu særd í metrostøðini.[27] Bumbuálopini vórðu tann mest deyðiliga yvirgangshandlingin ið er hend í belgiskari søgu.[28] Tey deyðu og særdu eru úr í minsta lagi 40 londum sambært belgiska uttanríkisráðharranum.[29]

Gerningsmenn

Mynd frá vakmyndatóli úr floghavnini vísir Najim Laachraoui (til vinstru), Ibrahim el-Bakraoui (í miðjuni) og ein ókendan mann (til høgru).

Tveir brøður, Khalid og Ibrahim el-Bakraoui,[30] og Najim Laachraoui og ein ókendur maður, ið sæst á vakmyndatóli í floghavnini, hava sambært belgiskum myndugleikum saman við í minsta lagi einum øðrum framt bumbuálopini í ávikavist Brussel Floghavnini (Ibrahim og Najim og Fayçal) og í metroini við Maelbeek-støðina (Khalid). Hildið verður, at tað er Najim Laachraoui, ið er persónurin til vinstru á myndini, Ibrahim í miðjuni og Fayçal Cheffou til høgru. Cheffou slapp sær til rýmingar eftir at hava sett kuffertið við bumbuni frá sær. Fingramerki frá Ibrahim el-Bakraoui vórðu funnin á staðnum har ein av bumbunum brast í floghavnini.[31]

Í einum video fra vakmyndatóli síggjast teir tríggir menninir koma trillandi við hvør sínum viðførisvogni við stórum kuffertum, har ið bumburnar hava verið í. Sambært einum hýruvognsførara, ið koyrdi teir til floghavnina, so hevði hann roynt at hjálpa teimum við viðførinum, men teir høvdu biðið hann um at fara vekk.[32] Laachraoui og Ibrahim síggja út til at vera í svørtum handskum á vinstru hond, har ið teir møguliga hava fjalt bumbuútloysaran.[33]

Sí eisini

Keldur

🔥 Top keywords: