Sao Tomi og Prinsipi

República Democrática de São Tomé e Príncipe
Fólkaræðiliga Lýðveldið Sao Tomi og Prinsipi
Flagg Sao Tomi og Prinsipi
(Flagg Sao Tomi og Prinsipi)
Skjaldarmerki Sao Tomi og Prinsipi
(Skjaldarmerki Sao Tomi og Prinsipi)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: <<Independência total>>
Alment málPortugisiskt
HøvuðsstaðurSao Tome
ForsetiCarlos Vila Nova
ForsætisráðHarriJorge Bom Jesus
Fullveldi12. juli 1975
(frá Portugal)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1 001 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
167 000
167/km²
GjaldoyraDopra (STD)
TíðarøkiUTC +0
Økisnavn á alnetinum.st
Telefonkota+239

Gosoyggjarnar Sao Tomi og Prinsipi (portugisiskt: República Democrática de São Tomé e Príncipe) ella Fólkaræðiliga Lýðveldið Sao Tomi og Prinsipi, eru úti fyri strondini á Ekvatorguinea og Gabon. Størsi býurin og høvuðsstaður er Sao Tome. Landið hevur umleið 167 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er portugisiskt.

Søga

Oyggjarnar vóru óbygdar, tá ið portugisar komu higar á fyrsta sinni í 15. øld. Eftir tað var mesta fólkið í oyggjunum trælir, fluttir higar av afrikanska meginlandinum. Oyggjarnar vóru undir Portugal til 1975.

Búskapur

Meginparturin av fólkinum livir av landbúnaði og fiskiskapi. Kakao er enn týdningarmesta útflutningsvøran.

Fólkið

Fjølmentasta fólkaslagið eru kreólar, ið eru blandað fólk av portugisiskari og afrikanskari ætt. Tey tala egið mál og hava sínu egnu byggilist.

Landafrøði

Fjøllini eru avtakin við regnskógi, og niðri á slættlendinum eru bóndagarðar og stórar kakao- og sukurlundir. Gosøskan ger, at jørðin í oyggjunum er ógvuliga fruktagóð.

Hygg eisini at

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: