Eurovision Song Contest

Eurovision Song Contest, (Franskt: Concours Eurovision de la chanson), ofta stytt niður til ESC, Eurovision, ella EuroSong, er ein tónleikakapping, sum limir í European Broadcasting Union kunnu luttaka í. Talan er ikki bert um Evropa, men eisini um Norðurafrika, ein lítlan part av Miðeystri og norðara part av Asiu. Hetta er tí at sendinetið hjá EBU ikki bert fevnir um Evropa, men nøkur lond afturat uttanfyri heimspartamarkið. Hesi lond hava tí eisini møguleikan fyri at luttaka. Tónleikakappingin hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1956.

Kort sum vísir londini sum kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Tey myrkagrønu hava luttikið í minsta lagi einaferð.

Hvørt limaland sendir ein sang, ið verður framførdur beinleiðis í sjónvarpi og/ella útvarpi. Síðani atkvøða londini fyri tí sanginum í kappingini, ið eftir teirra tykki er best umtóktur. Ikki er loyvt at atkvøða fyri sínum egna landi.

Kappingin hevur verið send hvørt ár frá tí fyrstu kappingini í 1956, og er tað longst koyrandi sjónvarpsevni í heiminum. Kappingin er eisini eitt av teimum sjónvarpsevnunum í heiminum, ið savnar flestar áskoðarar, tá ítróttarsendingar ikki verða taldar við. Síðstu árini hevur áskoðaratalið ligið ímillum 100 og 600 milliónir kring heimin.[1] Eurovision hevur eisini verið víst uttanfyri Evropa millum annað í Argentina, Avstralia, Brasil, Brunei, Kanada, Kina, Kolumbia, Egyptalandi, India, Indonesia, Japan, Jordan, Malaisia, Meksiko, Nýsælandi, Filipsoyggjunum, Singapor, Suðurkorea, Suðurafrika, Suriname, Taivan, Teilandi, USA, Uruguay, Venesuela, og Vjetnam. Hesi lond hava tó ikki rætt til at luttaka. Eitt undantak hevur tó verið givið. Tað var í 2015, tá Avstralia var bjóðað at luttaka í sambandi við 60 ára hátíðarhald kappingarinnar.[2][3]

Síðani 2000 hevur kappingin eisini verið send yvir internetið ígjøgnum almennu heimasíðuna www.eurovision.tv.

At vinna Eurovision gevur listamonnum eina rúgvu av møguleikum og miðlaumtalu á yrkisleiðini. Artistar, ið eru vorðnir kendir av at hava luttikið í Eurovision, eru millum aðrar: italska Domenico Modugno, ið rakk triðja pláss í 1958 við sanginum "Nel blu dipinto di blu", betri kendur sum "Volare"; Svenski ABBA, ið vann kappingina í 1974 við sanginum "Waterloo"; Céline Dion, ið vann fyr Sveis í 1988 við franska sanginum "Ne partez pas sans moi"; spanski Julio Iglesias, ið rakk fjórða pláss í 1970, men hevur nú selt yvir 300 milliónir stakfløgur kring heimin; og bretski Bucks Fizz, ið vann í 1981 við sanginum "Making Your Mind Up".

Í Danmark og Noregi verða tær lokalu tónleikakappingarnar nevndar Melodi Grand Prix. Føroyar hevur ikki luttikið sum land, men fleiri føroyingar hava roynt seg í innleiðandi umførunum í Danmark, Svøríki og Íslandi. Í Danmark hava t.d. hesi luttikið: Jens Marni Hansen (2010), tónleikabólkurin The Dreams (2008), Petsi Tvørfoss (2004)[4] og Annika Hoydal (1979). Í Íslandi hevur Jógvan Hansen luttikið meir enn eina ferð, og í Svøríki hevur Brandur Enni luttikið, eisini meira enn einaferð.

Luttøka

ÁrLond sum luttóku fyri fystu ferð í kappingini
1956 Belgia, Frakland, Týskland, Luksemburg, Niðurlond, Italia, Sveis
1957 Danmark, Stóra Bretland, Eysturríki
1958 Svøríki
1959 Monako
1960 Noreg
1961 Finnland, Jugoslavia, Spania
1964 Portugal
1965 Írland
1971 Malta
1973 Ísrael
1974 Grikkaland
1975 Turkaland
1980 Marokko
1981 Kypros
1986 Ísland
1993 Bosnia-Hersegovina, Kroatia, Slovenia
1994 Estland, Ungarn, Litava, Pólland, Rumenia, Russland, Slovakia
1998 Makedónia
2000 Lettland
2003 Ukraina
2004 Albania, Andorra, Hvítarussland, Serbia og Montenegro
2005 Bulgaria, Moldova
2006 Armenia
2007 Kekkia, Georgia, Montenegro, Serbia
2008 Aserbadsjan, San Marino
2015 Avstralia

Listi yvir vertslond og vinnarar

ÁrVertsbýur, landVinnaralandVinnarasangurArtistur
1956Lugano, Sveis Sveis«Refrain»Lys Assia
1957Frankfurt, Týskland Niðurlond«Net als toen»Corry Brokken
1958Hilversum, Niðurlond Frakland«Dors, mon amour»André Claveau
1959Cannes, Frakland Niðurlond«Een beetje»Teddy Scholten
1960London, Stóra Bretland Frakland«Tom Pillibi»Jacqueline Boyer
1961Cannes, Frakland Luksemburg«Nous les amoureux»Jean-Claude Pascal
1962Luksemburg, Luksemburg Frakland«Un premier amour»Isabelle Aubret
1963London, Stóra Bretland Danmark«Dansevise»Grethe & Jørgen Ingmann
1964Keypmannahavn, Danmark Italia«Non ho l'età»Gigliola Cinquetti
1965Napoli, Italia Luksemburg«Poupée de cire, poupée de son»France Gall
1966Luxembourg (býur), Luksemburg Eysturríki«Merci, Chérie»Udo Jürgens
1967Wien, Eysturríki Stóra Bretland«Puppet on a String»Sandie Shaw
1968London, Stóra Bretland Spania«La, la, la»Massiel
1969[5]Madrid, Spania Spania«Vivo cantando»Salomé
1969[5] Frakland«Un jour, un enfant»Frida Boccara
1969[5] Niðurlond«De troubadour»Lenny Kuhr
1969[5] Stóra Bretland«Boom bang a bang»Lulu
1970Amsterdam, Niðurlond Írland«All Kinds of Everything»Dana
1971Dublin, Írland Monako«Un banc, un arbre, une rue»Séverine
1972Edinburgh, Stóra Bretland Luksemburg«Après toi»Vicky Leandros
1973Luxembourg, Luksemburg Luksemburg«Tu te reconnaîtras»Anne-Marie David
1974Brighton, Stóra Bretland Svøríki«Waterloo»ABBA
1975Stokkhólmur, Svøríki Niðurlond«Ding-A-Dong»Teach-In
1976Den Haag, Niðurlond Stóra Bretland«Save Your Kisses for Me»Brotherhood of Man
1977London, Stóra Bretland Frakland«L'oiseau et l'enfant»Marie Myriam
1978París, Frakland Ísrael«A-ba'ni-bi»Izhar Cohen & Alphabeta
1979Jerúsalem, Ísrael Ísrael«Hallelujah»Milk and Honey & Gali Atari
1980Den Haag, Niðurlond Írland«What's another year?»Johnny Logan
1981Dublin, Írland Stóra Bretland«Making your mind up»Bucks Fizz
1982Harrogate, Stóra Bretland Týskland«Ein bißchen Frieden»Nicole
1983München, Tyskland Luksemburg«Si la vie est cadeau»Corinne Hermès
1984Luxembourg, Luksemburg Svøríki«Diggi-loo-diggi-ley»Herreys
1985Göteborg, Svøríki Noreg«La det swinge»Bobbysocks
1986Bergen, Norge Belgia«J'aime la vie»Sandra Kim
1987Brussel, Belgia Írland«Hold me now»Johnny Logan
1988Dublin, Írland Sveis«Ne partez pas sans moi»Céline Dion
1989Lausanne, Sveis Jugoslavia«Rock Me»Riva
1990Zagreb, Jugoslavia Italia«Insieme 1992»Toto Cutugno
1991Róm, Italia Svøríki«Fångad av en stormvind»Carola
1992Malmö, Sverige Írland«Why me?»Linda Martin
1993Millstreet, Írland Írland«In your eyes»Niamh Kavanagh
1994Dublin, Írland Írland«Rock 'n' Roll Kids»Paul Harrington & Charlie McGettigan
1995Dublin, Írland Noreg«Nocturne»Secret Garden
1996Oslo, Noreg Írland«The voice»Eimear Quinn
1997Dublin, Írland Stóra Bretland«Love shine a light»Katrina and the Waves
1998Birmingham, Stóra Bretland Ísrael«Diva»Dana International
1999Jerúsalem, Ísrael Svøríki«Take me to your heaven»Charlotte Nilsson
2000Stokkhólmur, Svøríki Danmark«Fly on the wings of love»Brødrene Olsen
2001Keypmannahavn, Danmark Estland«Everybody»Tanel Padar & Dave Benton
2002Tallinn, Estland Lettland«I wanna»Marie N
2003Riga, Lettland Turkaland«Everyway That I Can»Sertab Erener
2004Istanbul, Turkaland Ukraina«Wild Dances»Ruslana
2005Kiev, Ukreina Grikkaland«My number one»Elena Paparizou
2006Athen, Grikkaland Finnland«Hard Rock Hallelujah»Lordi
2007Helsingfors, Finland Serbia«Molitva»Marija Serifovic
2008Beograd, Serbia Russland«Believe»Dima Bilan
2009Moskva, Russland Noreg«Fairytale»Alexander Rybak
2010Oslo, Noreg Týskland«Satellite»Lena Meyer-Landrut
2011Düsseldorf, Týskland Aserbajdsjan«Running Scared»Eldar & Nigar
2012Baku, Aserbajdsjan Svøríki«Euphoria»Loreen
2013Malmö, Svøríki Danmark«Only Teardrops»Emmelie de Forest
2014Keypmannahavn, Danmark Eysturríki«Rise Like A Phoenix»Conchita Wurst
2015Wien, Eysturríki  Svøríki«Heroes»Måns Zelmerlöw
2016Stokkhólmur, Svøríki Ukraina«1944»Jamala
2017Kiev, Ukreina Portugal«Amar pelos dois»Salvador Sobral
2018Lissabon, Portugal Ísrael«Toy»Netta

Keldur

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: